Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyarfinala ella endurtøka frá í fjør?

Jákup Ósá

Meting av seinnu hálvfinaluni: Tað er trupult at peika á favoritt undan seinnu hálvfinalu í kvøld millum HB og NSÍ.

NSÍ hevur eina 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum á heimavølli móti HB. Í kvøld hevur NSÍ eisini fyri fyrstu ferð í ár allar mans tøkar. HB hevur onkrar leikarar uttanfyri. M.a. hevur Gunnar Haraldsen ikki spælt í seinastuni og sunnudagin var Christian Mouritsen ikki førur fyri at spæla. Sum skilst er møguleiki fyri, at Christian spælir ein part av dystinum í kvøld.

Les eisini: Trygvi hevur áður vunnið móti HB í Gundadali

Norðlýsið tippar

Tað er 50/50 møguleiki fyri, hvør kemur í steypafinaluna. Tí NSÍ hevur eina góða 1-0 leiðslu sum merkir, at HB hevur einki mál á útivølli og tað kann fáa týdning. Men HB hevur heimavøll og har vinnur liðið næstan altíð móti NSÍ. Men hóast teir vinna, so er ikki vist at tað verður nokk, tí vinna teir bara við einum máli og NSÍ skorar, so fer NSÍ víðari. Tað er ein góður møguleiki fyri. Skal HB í finaluna, so kundi eitt hugskot verið at hugt eftir Víkingi í gjár og so koyrt á við sama konseptið. At tað verður lopið á, har hædd verður tikið fyri, at mótstøðuliðið kanska skorar. Tí eitt NSÍ lið við sínum mongu álopsdygdum eigur at hava góðan møguleika at skora í Gundadali, og tá skal HB hava minst 3 mál fyri at koma víðari. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu liðini takla dystin. Um NSÍ t.d. eins og B36 í gjár tilvitað ella ótilvitað fer at liggja meira verjukent vegna góðu støðuna frá fyrra dystinum. Tí kanska er tað lættari sagt enn gjørt hjá NSÍ at leypa á, tá liðið hevur leiðsluna. Men í NSÍ kunnu teir hugsa sum so, at teir skulu hava minst eitt útimál undir øllum umstøðum – um dysturin væl at merkja ikki endar 0-0 – og so kunnu teir tað sama fara eftir tí frá byrjan. Tí kunnu vit fáa ein fantastiskan dyst í øllum førum so leingi sum støðan ikki er 1-0 til HB, tá tað er javnleikur samanlagt og kanska ein vandi fyri, at liðini fara at ansa betri eftir. HB hevur eina góða gongd í løtuni og NSÍ lat 4 mál inn sunnudagin móti Víkingi, so hóast NSÍ kann væntast at skora, so er spurningurin í tippingini um tað endar 2-1, 3-1 ella kanska 3-2 ella 4-2. Hesi úrslitini eru mest sannlík og tað kunnu vera smálutir sum t.d. ein skeiv dómaraavgerð, sum venda øllum. Tipping: 1 (3-1)

Dysturin í kvøld byrjar kl. 18.00 og tá fæst at vita, um vit fáa eina Eysturoyaruppgerð í finaluni ella um vit fáa eina endurtøku frá steypafinaluni í fjør.

Harleyfacadeacryl