Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyartunnilin skal gerast fyrst

John William Joensen

tað sigur landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen í brævið sum er sent fjølmiðlunum í morgun og sostatt er greitt at Sandoyartunnilin neyvan verður gjørdur í hesum valskeiðinum

Landsstýriskvinan ger greitt at Eysturoyartunnilin skal gerast fyrst.

– Tað er einfalt at skilja argumentið um, at rættast er at byggja tunnil fyrst til eitt øki, har einki fast samband er. Tá vit kortini mæla til nevndu loysnina er orsøkin tann, at tað undir verandi búskaparstøðu er sera trupult at fáa fíggjað Sandoyartunnilin. Eysturoyartunnilin er hin vegin ein íløga, ið ber seg sera væl. Verður hann gjørdur fyrst, hava vit inntøkurnar frá hesum tunli at gera víðari íløgurnar við, sigur Bjørt Samuelsen.

– Við tilmæltu loysnini koma eysturoyingar ikki at gjalda meira, enn teir annars høvdu gjørt. Munurin er einans, at tey, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, koma at gjalda til samfelagsíløgur í staðin fyri til eitt privat felag, sigur landsstýriskvinnan.

Sí tíðindaskrivi frá vinnumálaráðnum við at trýsta her

Harleywoodpaint