Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Eysturoyggin stóri taparin í talvinum um brennistøð

Jóhann Lützen

Í Leirvík situr ein stúrin stjóri, og tað er ikki løgið, tí ætlanir eru um at gera eina stóra brennistøð fyri alt landið. Tað í sær sjálvum er ikki nøkur katastrofa, men róð verður fram undir, at tann brennistøðin skal gevast Havnini. Tað fer at kosta umleið 100 arbeiðspláss í Eysturoy, og fer at senda sjokkbylgjur út í heimini í Eysturoynni.

 

 

Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products í Leirvík, slær nú alarm. Tað vísir seg nevniliga, at Tórshavnar Kommuna hevur fingið partar av Kommunufelagnum at ganga við til at niðurlaga IRF og í staðin byggja eina størri brennistøð í Suðurstreymoy. Tað merkir í roynd og veru, at KOB verður nógv størri, og tað fer at merkja nógv mist arbeiðspláss í Eysturoynni.

Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd og ryggir til matna, og tey keypa í dag allan hitan frá brennistøðini hjá IRF. Stjórin sigur soleiðis um ætlanirnar hjá Kommunufelagnum:

– “Hetta fer at fáa katastrofalar avleiðingar fyri Faroe Marine Products, men ikki bert fyri okkum, men øll sum hava við fisk og fiskivinnu at gera. Eg vænta áleið eini 100 fólk koma at missa arbeiði tilsamans her í økinum”.

Eisini Jóhan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Eysturkommunu, ræðist ætlanirnar. Hann undrast almikið yvir, at tað hevur eydnast Tórshavnar Kommunu, sum als ikki er limur í IRF, kortini at sleppa at avgera lagnuna hjá IRF. Ætlanir hava verið áður um eina felags brennistøð, men Tórshavnar Kommuna hevur kategoriskt sagt nei til at vera við, tí tey ikki sluppu at hava avgerðarrættin einsamøll, skrivar Jóhan Christiansen.

Nú er líkt til, at Tórshavnar Kommuna situr við buktini og báðum endunum viðvíkjandi IRF, uttan í heila tikið at vera við í felagsskapinum.

Fyrrverandi borgarstjórin nevnir eisini, at Faroe Marine Products rinda IRF fyri hitan, meðan tey í Fjarhitafelagnum als ikki gjalda KOB fyri hitan haðani. Og ætlanin er, at samanlagda brennistøðin eisini skal lata havnarfólki hitan fyri onki. Nakað sum sjálvsagt er ein sera vánalig forrætning fyri Kommunufelagið.

Samhugi kemur úr øllum landinum – tó sjálvsagt ikki úr Havn –, sæst á Facebook-uppslagnum hjá Jóhan Christiansen, tí millum onnur hava Steinbjørn Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík, og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sýnt sín stuðul har. Og tað er ikki løgið, tí miðsavningin av arbeiðsplássum kemur ikki bara at ganga út yvir Eysturoynna, men útjaðaran í landinum.

Enn er vón fyri, at tað ikki fer at eydnast Tórshavnar Kommunu at fáa størru samanløgdu brennistøðina til Suðurstreymoyar. Men til tað krevst, at allar góðar kreftir, sum vilja í fyrstu atløgu Eysturoynni, og í aðru atløgu útjaðaranum, tað væl, standa saman um at gera sína ávirkan á Kommunufelagið galdandi, soleiðis at brennistøðin ikki endar við at vera í Suðurstreymoy, sum Tórshavnar Kommuna ætlar sær.