Macclesfield stóð fyri størstu FA Cup sensatiónini nakrantíð tá teir í dag vunnu 2-1 á Crystal Palace. Tað eru 117 pláss millum Macclesfield og Crystal Palace í ensku fótbóltsdeildunum
Macclesfield, sum spælir í sokallaða Non-league, skrivaði søgu í dag.
Crystal Palace er bæði Premier League lið umframt vunnu teir eisini FA Cup í fjør og tískil er sigurin hjá Macclesfield í dag heilt ótrúligur.



