Mikudagin 26. september kemur Stórt Tunnilsblað í hvørt heim í Norðoyggjum og Eysturoy.
Norðlýsið spennir seg sum vant út í samband við Tunnilsdagar. Tunnilsdagur er leygardagin 29. september og Norðlýsið kemur út í hvørt heim í Norðoyggjum, Eysturoy, hjá haldarum aðrastaðni og í blaðsølunum kring landið mikudagin 26. september.
Tilfar og lýsingar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. september kl. 12.00. Sendið tykkara tilfar til lysing@nordlysid.fo ella ring á 221991 og frætt nærri.
Sum skilst ætlar Klaksvíkar Handilsfelag at gera nógv burturúr Tunnilsdegnum. Meira verður at frætta um hetta seinni.



