Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Mannbjørn Anthoniussen er fyrsti persónurin í táttinum \’\’Klaksvíkingar tippa um Effodeildina\’\’.
Klaksvíkingar tippa um Effodeildina: Mannbjørn Anthoniussen er fyrsti persónurin í táttinum ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”, sum koyrir hvørt kvøld á nordlysid.fo fram til ”kick off” 15. mars.
Mannbjørn Anthoniussen væntar fleiri broytingar í toppstríðnum í ár. Hann tippar soleiðis:
FM vinnari: Víkingur
Nummar 2: KÍ
Nummar 3: HB
Nummar 4: EB/Streymur
Niðurflytari: B68
Niðurflytari: Skála
Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll Klettskarð (KÍ)
Ársins leikari í Effodeildini: Hallur Hansson (Víkingur)
Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Besta ”keypið” í Effodeildini: Hallur Hansson til Víking
Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:
Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.




