Bjørn Kalsø kunnaði í morgun landstýrið um kunngerð, sum fer at tilluta eyka fiskidagar til bátar og skip, sum gagnnýta livur.
Tað hevur mangan verið ført fram, at føroyingar gangnýta alt ov lítið av fiskatilfeinginum. Royndir hava verið gjørdar at framleiða burtur úr livrini, men trupult hevur verið at fingið vinnuna at taka undir við hesum, tí skipini hava mett seg fingið ov lítið burtur úr.
– Í samband við viðgerina av fiskidøgum fyri fiskiárið 2005 2006 var meiriluti í Løgtinginum fyri at seta eyka fiskidagar av til at eggja skipum at taka livur.
– Kunngerðin, sum nú verður lýst, ger tað møguligt hjá skipum at fáa eyka fiskidagar fyri eina ávísa mongd av livur.
– Fyrst skulu skipini hava landað eina størri nøgd av livrum fyri at hava uppiborið fleiri fiskidagar, men tá ein er komin upp um tað markið er tað ávís nøgd sum útloysir fleiri fiskidagar.
– Harafturat hava vit sett av fiskidagar til verkætlanir og kunnu áhugaði søkja eftir fiskidøgum við at vísa á áhugaverdar verkætlanir.
– Við hesum er ætlanin frá politiskari síðu at stuðla upp undir, at vinnan leggur seg eftir at fáa meira burtur úr fiskatilfeinginum, uttan beinleiðis at lóggeva á økinum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Skipanin er galdandi fyri partrolarar, línuskip og størru útróðrarbátarnar.




