Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáa heilsan frá býráðnum

John William Joensen

Síðani 1. januar 2013 hava allir nýføðingar í Klaksvíkar kommunu fingið heilsan frá býráðnum.

Síðani 1. januar 2013 hava allir nýføðingar í Klaksvíkar kommunu fingið heilsan frá býráðnum.

Við heilsanini verður ynskt til lukku við nýfødda barninum, samstundis sum ein lítil gáva og oyðiblað til barnagarð og vøggustovu er viðlagt.

Í 2013 hevur býráðið sent um 50 slíkar heilsanir út í Klaksvík og hava hesar heilsanirnar verið væl móttiknar.

Fleiri foreldur hava skrivað aftur til kommununa við tøkk fyri hesa lítlu, men týdningarmiklu og fløvandi heilsan.

Henda skipanin heldur sjálvandi fram og vónandi verða eins nógvar ella kanska fleiri heilsanir sendar í 2014, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.