Stuðulsflokkur hjá borgarligu norsku stjórnini forðar helst fyri at reiðarar fáa kvoturættindir í óavmarkaða tíð.
Stuðulsflokkur hjá borgarligu norsku stjórnini forðar helst fyri at reiðarar fáa kvoturættindir í óavmarkaða tíð.
Um vikuskiftið hevði Vinstri, ið er annar stuðulsflokkunum hjá norsku stjórnini, landsfund. Stjórnin arbeiðir við einum uppskoti um at strika lógaravmarkingina, ið sigur at ein fiskikvota ikki kann vera hjá einum reiðara í longur enn 25 ár. Møguleiki er at endurnýggja kvoturættindini, men tað er eitt krav í Noregi at kvoturættindir ikki er nakað sum eitt reiðarí kann fáa til æviga tíð.
Hesi avmarkingini í lógini er borgarliga stjórnin ímóti, og hevur boða frá at ein lógarbroyting kemur seinni í ár, har hendan avmarkingin skal burtur.
Men nú sær tað út til at samtyktin á landsfundinum hjá Vinstra forðar fyri hesi broytingini. Stjórnin noyðist at fáa Vinstra við til stuðla uppskotinum, fyri at fáa meiriluta í Stórtinginum.
Landsfundurin umrøddi ymsar møguleikar fyri hvussu kvoturættindini eiga at umsitast, men semja bleiv til at ein ynskir at varðveita verandi 25 ára mark. Semjan í Vinstra merkir at norska fiskatilfeingi í framtíðini eisini verður ”fólksins ogn”.




