Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Fáa vit ikki lunda, so taka vit likku!

Danial Viðoy

Viðareiðis-tema: Tað er langt síðani at tað nógva av lunda var fleygað til Viðareiðisbygd. Tað er illa nokk at dreingirnir á myndini minnast nakran lunda, so langt síðani tað er. – Um vit ikki fáa lunda, so taka vit annan fugl, siga teir!

Hesir kúllarnir høvdu funnið eina deyða likku fram við vegnum. Og einum bygdadreingi líkt, so fær hann eisini stuttleika burturúr eini deyðari likku.

– Vit kunnu fyri tað minsta kløkka onkrar gentur við hesum her, sigur ein við einum skálkabragdi.

Ein góðveðursdag er einki óført. Síðani fóru teir súkklandi og leitandi eftir einum góðum miði, at forarga.