Bara ein einstøk vitjan á eini Facebook-heimasíðu er nóg mikið til, at sosiala netverkið kann fáa til vega eina rúgvu av vitan um teg.
Tað eru gomul tíðindi, at Facebook heldur eitt vakið eygað við brúkarum sínum á netinum. Á hendan hátt fær sosiali miðilin nágreiniliga vitan um vanar og sertokka hjá brúkarunum. Ein frágreiðing, sum granskarar frá Katholieke Universiteit í Leuven og Vrije Universiteit í Bruxelles hava gjørt fyri dátaeftirlitið í Belgien vísir tó, at Facebook eisini savnar saman vitan um brúkarar, sum als ikki hava eina konto á sosiala netverkinum og um brúkarar, sum heilt greitt hava frábiðið sær, at Facebook hevur eftirlit við teimum.
Í minsta lagi 13 milliónir heimasíður í øllum heiminum brúka ein lítið kotupetti, sum Facebook ókeypis veitir heimasíðum. Hetta verður eisini nevnt eitt social-plugin. Hetta gevur brúkarum á heimasíðunum møguleika til at “Like” ella at deila eina leinkju til heimasíðuna við øðrum Facebook-brúkarum.
Í Danmark veit man, at fleiri politiskir felagsskapir gjalda fyri at fáa nágreiniliga vitan um m.a. sjónarmið, inntøku og bústaðir hjá veljarum. Til ber at fáa næstan alt at vita og við stóru mongdini av dáta ber til at leggja valstríðið betri til rættis enn nakrantíð áður.
Tað, sum tey fægstu hinvegin vita, er, at lítla kotupetti sendir vitan aftur til Facebook uttan at biðja um loyvi fyrst. Eisini uttan at brúkarin hevur eina Facebook-konto og hóast, at brúkarin ikki trýstir á “Like” ella deilir eina leinkju til heimasíðuna.
Hevur tú bara eina ferð vitja Facebook ella eina heimasíðu, sum Facebook hevur eftirlit við (t.d. Instragram), so kann Facebook hava lagt eina sonevnda cookie á tína teldu. Hvørja ferð, tú í framtíðini vitjar eina av teim í minsta lagi 13 milliónum heimasíðunum, sum brúka eitt sosialt plug in hjá Facebook, verður vitanin send aftur til Facebook um, at tú hevur vitjað síðuna.
Soleiðis kann Facebook savna saman nágreiniliga vitan um, hvørjar heimasíður, tú vitjar, hvat tú hyggur eftir og nær tú hyggur eftir hesum.
Sambært granskarunum er hetta eitt brot at reglurnar hjá ES um vernd av sjálvlívinum og dátutrygd, sum í Danmark er sett í verk umvegis eitt sonevnt “Cookie-direktiv”.
Granskararnir gera harumframt greitt í frágreiðingini, at Facebook ikki gevur brúkarunum nóg góðan møguleika til at velja eftirlitið frá og at Facebook heldur ikki gevur brúkarunum nóg stórt tamarhald á nýtsluni av vitanini um teirra vanar.
Mynd: Dominic Lipinski
Kelda: http://jyllands-posten.dk/livsstil/digitalt/ECE7596113/Facebook-overvåger-dig-selvom-du-ikke-har-en-Facebook-konto/




