Mánakvøldið 1. des sat eg og hugdi at “Dagur og vika”. Tá borðreiddi Bogi Godtfred og Bjørn á Heygum við einum fullkomiliga ósakligum og óseriøsum innslagi. Slíkur journalistikkur hoyrir heima í Norðurkorea og ikki í einum ”Public Service” stovni í einum framkomnum samfelag. Eg skrivaði tá nakarar reglur á Facebook.
Mánakvøldið 1. des sat eg og hugdi at “Dagur og vika”. Tá borðreiddi Bogi Godtfred og Bjørn á Heygum við einum fullkomiliga ósakligum og óseriøsum innslagi. Slíkur journalistikkur hoyrir heima í Norðurkorea og ikki í einum ”Public Service” stovni í einum framkomnum samfelag. Eg skrivaði tá nakarar reglur á Facebook. M.a. spurdi eg hví miðlarnir ongantíð seta spurnartekin við løgfrøðiligu góðskuna á arbeiði umboðsmansins. Hví skal mann bara kritikkleyst akta og ongantíð spyrja?? Fleiri hava síðani eftirlýst grundgevingar fyri hesum spurningi. Eisini hampamaðurin Eyðun Viderø, sum eg havi stóra virðing fyri, eftirlýsir grundgevingar. Grundgevingarnar koma her:Fyri fýra árum síðani kom umboðsmaðurin við eini 150 síðu langari frágreiðing um eitt fyrisitingarmál. Henda frágreiðing setti alla politisku skipanina og partar av miðfyrisiting landsins í undantaksstøðu. Tað bleiv ”time out” í vanligum politiskum virksemi, tí størsta fyrisitingarliga gølan í føroyskari søgu hevði sæð dagsins ljós. Nú skuldi valdsmisnýtsla steðgast og tey seku revsast. Politikarar tevjaðu beinan vegin blóð og alt vit og skil í løgtinginum bleiv tveitt á bláman. Eftir míni metan var tað ógjørligt hjá løgfrøðiligu fyrisitingini í tinginum (henda ráðgeving er ikki umfatað av eftirlitsmynduleika umboðsmannsins) at steðga nøkrum ørskapi. Tingfólk vóru rúsað, og tað tekur sína tíð at blíva edrúur aftur og koma til fornuft, so virðiligt samskifti kann fara fram. Eg spurdi m.a. ein tingmann, um tað ikki bar til at steðga á og hugsa seg um, áðrenn tingið leyp framav. Svarið eg fekk var: ”Nei, nú skal smíðast meðan jarnið er heitt.”. Persónligur politiskur vinningur lá í luftini. Nú skuldi fyrst skjótast. Spurningar kunnu koma aftaná.
Meirilutin ræður
Tveir aðalstjórar og tveir landsstýrismenn skuldu nú heingjast. Grundarlagið fyri hesi avrættan var frágreiðing umboðsmannsins. Men trupuleikin var, at umboðsmaðurin er hvørki dómari ella ákæri. Hann hevur ongar heimildir at rættarsøkja nakran. Tí mátti løgtingið í fyrstu atløgu spæla politi. Málið varð meldað til fútan. So kundi danska ákæruvaldið og danska dómsvaldið her á landi taka sær av málinum. Men fútin vísti málinum frá sær. Tað hevði hann fullan løgfrøðiligan rætt til. Tingformaðurin Hergeir Nielsen var firtin. Men málið koyrdi aðrar vegir. Tingið setti eina §25 nevnd. Hon skuldi útvega ákærugrundarlagið móti tveimum landsstýrismonnum. Og løgmaður setti eina tænastumannakanning í verk móti báðu órættaðu aðalstjórunum. Játtan fekst sjálvandi til endamálið. Tveir danskir tungvektarar innan fyrisitingarrætt (við avgjørt størri juridiskum pondus enn Bjørn á Heygum) vórðu settir at taka sær av málinum. Teir skuldu koma við einum tilmæli áðrenn tey órættaðu vórðu drigin í rættin.
Men tað var ikki bert innan tinggátt at ”rúsevni” frá umboðsmanninum hevði skolað alt vit og skil burtur. Hetta var kærkomið fyri miðlarnar. Í sokallaða óhefta kringvarpinum var støðan uppaftur verri. Jón Brian Hvidtfeldt kendi sær einki afturhald og fór fullkomiliga í sjálvsving. Útvarpið fór eftir síni Juke Box innan jura, Bjørn á Heygum, og superlativini vóru komisk. ”Hetta var tað grovasta í Føroyum… í Norðanlondum… Nú mátti ruddast upp, um nøkur virðing skuldi vera fyri føroyskari fyrisiting. ” Málið varð so í ÚF samanborið við tamilmálið í Danmark. Tamilmálið var annars fyrsta ríkisrættarsak í Danmark í nærum 100 ár og førdi til, at fyrrverandi ráðharrin Erik Ninn Hansen í 1995 varð dømdur fýra mánaðar fongsul fyri brot á ráðharraábyrgd.
Nú var tamilmálið loksins komið til Føroya.
Tað rann hvørki Bjørn á Heygum ella nøkrum mikrofonhaldara í KVF til hugs, at løgfrøðiliga góðskan í arbeiði umboðsmansins kundi vera ivasom. Tann spurningurin var bannaður, tí hann hevði doyvt rúsin og oyðilagt stemningin, og tá er málið ikki undirhaldandi longur.
Tingformaðurin vanvirðir tingið
½ ár eftir at Bjørn á Heygum og aðrir ”serfrøðingar” høvdu lagt føroyska ”tamilmálið” fram fyri almenningin, hátíðarhelt umboðsmaðurin 10 ára stovningardag stovnsins í Norðurlandahúsinum. Millum røðararnar var tingformaðurin Hergeir Nielsen. Og tingformaðurin misbrúkti ”tamilmálið” uppá tað grovasta politiskt. Hann átti at vita, at hann var tingformaður fyri alt tingið og ikki bert fyri ávísan flokk. Men “snapsurin” frá umboðsmanninum hevði verið so sterkur, at ½ ár áftaná var tingformaðurin framvegis ikki vorðin “edrúur”. Hvussu politiskt rúsaður og kritikkleysur formaðurin var, sæst best á røðu hansara. Hann segði m.a.
Umboðsmaðurin er tingsins álitismaður, og tann einasti av slagnum, ið óheftur er førur fyri at lýsa øll viðurskifti innan almennu umsitingina fyri lóggevandi valdinum og almenninginum øllum.
Umboðsmansins partur liggur ikki eftir í hesum máli, tvørturímóti, hann liggur ljósár frammanfyri politisku og almennu skipanina annars.
Hann hevur á sera viðkomandi hátt drigið tjøldini frá og lýst alment umsitingarligt óskil, meðan politiski myndugleikin ikki enn hevur verið mentur at rudda upp eftir sær, og er tað ein stórur vansi fyri samfelagsskipan okkara.
Hægsta umboð fyri lóggevandi valdið kundi sostatt ikki halda sær og lata fyrisitingarmálið ganga sína gongd. Hann mátti spæla bæði ákæri og dómari á 10 ára føðingardegi umboðsmansins. Hetta er óvirðiligt av formansskapinum. Øll røða formansins kann annars lesast á heimasíðu umboðsmansins.www.lum.fo
Tøgn
Eitt ár eftir at Jón Brian, Bjørn á Heygum & co høvdu øst lurtaran, fall dómur í føroyska “tamilmálinum”. Óheftu kanningarserfrøðingarnir vóru komnir til eina niðurstøðu.”Tað var einki grundarlag at reisa ákæru móti landsstýrismonnunum ella aðalstjórunum”.
So tagnaði Juke Boxin og frá journalistiska apparatinum í KVF var og er tøgnin framvegis lemjandi. Skaðafrøin bleiv til sorg. Almenna Kringvarpið, sum hevði skuldsett, ákært, dømt og avrættað, tagdi nú málið í hel. Løgtingsins §25 nevnd helt stuttan fund og upploysti seg sjálva. Hvørki politikarar ella miðlar hava síðani viljað nevnt okkara ”tamilmál”, tí harvið høvdu teir eisini verið noyddir at havna sítt egna skarn. Um onkur vil nevna hetta, fyri KVF eyma mál, so hevur fjórða statsvaldið hug at seta grundlógartryggjaða talufrælsið úr gildi og biðja onkran bílagdan sakførara um hjálp. Og fjøldin er óvitandi.
Hvat hendir um onkur dittar sær at reisa spurningin: Er tað altíð løgfrøðilig góðska í niðurstøðu umboðsmansins? Jú, tann ið spyr verður settur í gapistokkin. KVF hevur givið umboðsmanninum hægri tign, enn løgtingið sjálvt. Rakstrarrópið tykist at vera: Eingin yvir og eingin við síðuna av løgtingsins umboðsmanni. Hetta er føroyskt fólkaræði anno 2014.
Kostnaðurin
Eg veit ikki um nakar hevur gjørt kostnaðin upp í okkara ”tamilmáli”. Umboðsmaðurin fær 4 mió á figgjarlógini árliga og hevur óviað brúkt nógva orku uppá málið. ”Tamilmálið” við tænastumannakanningum, landsstýrismannakanningum vm., umframt tann orka ið miðfyrisitingin hevur brúkt, hevur kanska kostað 5-10 milliónir, sum Skattgjaldarin hevur goldið niður í advokatlummar og hvat hava almennu Føroyar fingið burturúr? Kjaftband til tann, sum torir at opna munnin.
Umframt fíggjarligar kostnaðir er eisini talan um menniskjaligan kostnað. Ósek fólk og familja hjá órættaðum persónum í ”tamilmálinum” hava kent ágang og havt svøvnleysar nætur av herferðini. Og tað er politiskt ókorrekt at seta spurningar í hesum máli. Alt annað ber til at spyrja um.
Tá so Bjørn á Heygum og Bogi Godtfred eitt mánakvøld, fýra ár eftir at okkara ”tamilgøla” byrjaði, venda sær til sjónvarpshyggjaran og koma við eini alfaðirligari áminning um týdningin av at virða umboðsmannin og ikki spyrja, so ljóðar tað lítið virðiligt hjá øllum, sum ikki hava verið politiskt snorksovandi seinastu fýra árini. Og tá ávikavist Bogi og Bjørn kalla fremsta danska serfrøðing í fyrisitingarrætti, professaran Karsten Revsbech fyri ein ”tilvildarligan advokat” og ”sokallaðan sakkønan”, tá hevur føroyski mentanarberin Kringvarp Føroya bitið høvdið av allari skomm. Stundum kann mann ivast í, um stovnurin KVF kennir innihaldið í kringvarpslógini og tær løgfrøðigu skyldur ið liggja á stovninum, sambært §10 í kringvarpslógini – kravið um sakligan og óheftan tíðindaflutning.
Á heimasíðu kringvarpsins leitar tú til fánýtis eftir kringvarpslógini. Men kunngerðina ið áleggur borgarum at rinda lisensgjald, finnur tú lættliga. Kringvarpið er sostatt sera tilvitað um borgarans skyldur mótvegis stovninum, men dylir egnar skyldur mótvegis borgaranum. Aðrir landsstovnar ofl. kunna væl og virðiliga um, undir hvørjum lógarreglum teir virka undir. Tað ger umboðsmaðurin eisini á síni heimasíðu. Men KVF metir seg helst onga løgfrøðiliga ábyrgd at hava av sínum subjektiva tíðindaflutningi og skilið er hareftir.
Til seinast
Hervið havi eg roynt at grundgivið fyri, hví eg ikki meti umboðsmannin sum ein Guru í okkara samfelagsskipan og hví eg haldi, at loyvt skal vera at seta spurningar. Mín rættur at bera hesi sjónarmið fram alment, er tryggjaður í grundlógini.
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður




