Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Faðir mín Eliesar í Fugloy

John William Joensen

Eliesar Sørensen farin: Í samband við at Eliesar Sørensen hevði fylt 100 ár ímorgin mikudagin, høvdu vit gjørt avtalu við sonin Líggjas í Bø, um at skriva nøkur orð um Eliesar. Tað vildi so illa til, at Eliesari ikki untist at halda 100 ára dagin. Men Líggjas helt, eins og vit, at greinin um merkismannin skuldi almannakunngerast hóast tað, so vit geva her orðið til Líggjas:

Tað var blaðstjórin sum heitti á meg um at geva eina lýsing av mínum víða kenda faðiri,  í sambandi við tann stóra føðingardagin, sum stundar til.  Tað geri eg sjálvandi fegin.

Tað serliga við honum er, at hann er so livandi og fjølbroyttur og so áhugaður á nógvum økjum. Og so tað framúr minnið, hann hevur. Harumframt er hann ljóslyntur,  positivur og mannkærur. Hann eigur ein hóp av vinum kring alt landið, í øllum aldursbólkum.
Tað er ikki ov mikið sagt, at hann er vorðin fólkaogn og ein sonn býarmynd í Klakksvík.
Fyri sløkum 100 árum síðani var ikki so nógv í at velja hjá einum vanligum bygdadrongi: hann mátti til skips, um hann vildi tað ella ikki. Hjá teimum, sum ikki høvdu "náttúr" ella tímdu, var tað ein ringur lutur. Men soleiðis var ikki hjá Eliesari: hann var ein gjørdur sjómaður, eins og brøður hansara, sum hugagóður baldist á sjónum øll síni bestu ár. Og einki er at ivast í, at at hann hevði siglt til ellisár, um ikki sjúka hevði komið uppí á miðari leið.
Mær kemur fyri, at arbeiðið í sjálvum sær hugtók Eliesar. Og eg ivist ikki í, at um lutur hansara hevði verið at gjórst bóndi, so hevði hann farið eins hugagóður til tað starvið og røkt tað til lýtar, í sama positiva anda.
Ella skrivstovumaður, um tað skuldi verið!

Ævisøga
Kendir menn hava ofta ein ævisøguskrivara. Hjá Eliesari er tað vinmaðurin Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag. Hann hevur givið eina frálíka lýsing av manninum, hansara slekt og hansara tíð. Hetta kann lesast í 2 FF-bløðum í 2003 og í nummarinum, sum kemur út nú beint áðrenn føðingardagin.
Eg skal royna at taka fram ymiskt meira persónligt, sum vónandi kann gera myndina av manninum meira fjølbroytta.

Sjálvbjargin
Síðan konan doyði í 1997 hevur Eliesar búð einsamallur í húsi. Heimahjálpin hyggur inn til hansara einaferð fyrrapartin. Annars klárar hann seg sjálvur, hóast sjónin er veik. Hann gongur til handils at kalla hvønn dag. Fær sær at eta sjálvur og klárar at fara í song og upp, uttan hjálp frá øðrum.
Hetta, at vera hjá sær sjálvum og ráða sær sjálvum, virðismetir hann ógvuliga høgt. Hann hevur avgjørt einki ynski um at sleppa á røktarheim. Hinvegin ásannar hann, at tað kann gerast neyðugt, um heilsustøða hansara broytist.
Fyri 2 árum síðani fekk hann tann feilin, sum eldri menn ofta hava, við vatnlatingini. Neyðugt varð at seta "katetur" í, og tað hevði við sær, at hann gjørdist púra heftur at heimahjálp og sjúkrasystrum til tess at passa hetta. Hann kendi tað, sum hann hevði mist sítt persónliga frælsi, og var heilt ólukkuligur.
Hann bað um at blíva lagdur undir knívin, tí hann hevði varhugan av, at hetta var tað einasta, sum skjótt kundi fáa vatnlatingina í rættlag aftur. Hann varð sendur til fleiri læknar, sum allir bóru seg undan og í staðin buðu honum tablettir. Sannleikin var helst, at ongin tordi at operera hann, tí hann var so gamal. Men hann var tráur og segði, at hann var fúsur at taka allan váðan sjálvur! At enda mátti Jóhan lækni yvirgeva seg, tá hann sá forkanningarnar, sum vístu, at hesum manni bagdi einki: hjarta, lungur, blóðtrýst og hvat annað teir nú kanna, alt var í fínasta lagi.
Eliesar varð lagdur undir knívin. Alt gekk væl, og hann fekk sína fulla førleika aftur. Og frælsi! Og glaður var hann.

Gerandisdagurin/ Uppskriftin?
Eliesar er ógvuliga reglubundin maður, og alt gongur sum eftir einum tráð.
Upp fer hann vanliga um 8-9-tíðina. Fyrst á skránni er at gera sær havragreyt, sum er fastur morgunmatur.
Hann kókar sær døgurða hvønn dag, at verða liðugur um 12-tíðina: 1 epli og 1 gularót og – næstan altíð – eitt stykki av feskum fiski. Onkuntíð er tað í staðin ½ knetti ella ræstur fiskur..
Sunnudagurin er øðruvísi: tá er altíð aspargessúpan á matarskránni.
Um 3-tíðina fær hann sær ein drekkamun; tá hevur hann oftast eitt petti av einum "kakubolla" afturvið. Og um 6-tíðina kemur nátturðin fyri: 4 hálvar breyðflísar við banan og tomatum sum viðskera afturvið einum te-munni.
Hann etur eisini nakað av frukt: súreplum, perum og appelsinum. Og oftast hevur hann ein pakka av bukaðum, turrum fiski at ganga á, sum listimeti.

Hetta er tað, sum hann etur.
Frá umleið kl. 1 til 2 seinnapartin leggur hann seg at hvíla seg, men hann svevur ikki.
Tá veðrið er gott, fer hann ofta ein túr út, serliga seinnapartin. Honum dámar væl at hava onkur ørindi, og hann fer sum oftast í onkran handil at keypa.. Er veðrið heilt gott, setur hann seg út fyri dyr at sóla sær.
Sunnumorgun og -kvøld, og mána- og mikukvøld fer hann altíð á fundirnar í Betesda. Oftast verður hann koyrdur, men í góðum veðri kemur  tað fyri, at hann gongur allan vegin. Og hvørt hóskvøld kl. 19.30, tá andakt er uppi á Vistarheiminum á Gørðum, fer hann niðan har. Og vitjar um somu leið beiggjarnar Mórits og Pætur Franklin, sum  búgva har, og sum eru ávikavíst  97 og 95 ára gamlir.
Fyrr dámdi honum væl at lesa, men nú eru longu nógv ár síðani, at hann sá at lesa. Hann lurtar nógv eftir útvarpinum. Og so hevur hann bond og fløgur, sum hann spælir av. Væl dámar honum sang og lurtar dagliga eftir sangi. Og syngur viðhvørt við, av hjartans kreftum!  Nýggja testamenti hevur hann eisini á bandi, og lurtar ofta eftir tí.
Stundum kann tað fella heldur langligt at sita einsamallur. Maður er manns gaman. Væl dámar honum at fáa vitjan, og tíbetur  hyggur ofta  onkur inn á gólvið.
Telefonin er góður samskiftismiðil, og tann vegin fær hann eisini mangt gott prátið. Tá hann  ringir sjálvur, er tað oftast til Fugloyar, at vita hvat rørist har úti & Men tað verður eisini ringt til hansara, ja enntá onkur javnaldri ringir viðhvørt!
Eliesar fer í song klokkan  hálvgum ellivu um kvøldið.

Sjómaður.
Fyrst í farnu øld var nógvur útróður í Fugloy, og sum hálvvaksin byrjaði Eliesar at rógva út. So skjótt sum hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips, og havið var hansara arbeiðspláss, til hann av heilsuávum mátti leggjast uppá land 37 ár seinni.
Her er eitt yvirlit yvir virki hansara á sjónum. Annars verður víst til Óla Jacobsen, sum hevur skriva meira gjølliga um henda partin.

1920-27
við Ternuni hjá Sámali
í Hvannasundi.
1927-29
við Fugloynni hjá Jóan Jakku og Jens Klæminti
(1927-28 tók hann skiparaprógv, tók
longdina seinni)
1930-32
við Coronet hjá Jens Klæminti (sum skipari)
1933-34 
við Carlton hjá Jóan Jakku
(Richard skipari)
1934
róði út við Øker
seinna part av 30-árum; sigldi eina tíð við Pride
? við gamla Skálaberg, Jákup á Trøðni skipari 
1938-39
 við gamla Skálaberg, Steintór Norðberg skipari
1939
við Næraberg, Esmar á Stykkinum skipari
1939
heimkallaðir við krígsbyrjan, avstað aftur við Kaj sum skipara
1940-41
við Juvel, fyrst
til Grønlands,
síðani til ísfisk
So at rógva út við norska útróðrarbátinum ULF
1944
við gamla Skálaberg, Mortan skipari fyrsta túrin, so Kaj
1947
við polskum trolara sum flaggskipara
1948
við Sjúrðarbergi í Grønlandi, Kaj skipari
1950 –
við Poppy, sigldu til Onglands við fiski
1956-57
við Streymoynni á
sildaveiði

Darvaður av sjúku
Seinast undir krígnum fekk hann liðagikt. Hann hevði nógva pínu og mátti gevast at arbeiða. Í langa tíð funnu læknarnir ikki út av, hvat ið bagdi, og royndu eitt og annað. At enda funnu læknar í Danmark út av tí. Sum ein av teimum fyrstu í danska ríkinum fekk hann viðgerð við gull-salti, sum varð sproytað inn í æðrarnar. Tað hjálpti.
Tá skemtaði Mallus, sáli: "Nógv ímillum Eliesar, sum liggur niðri í Keypmannahavn og drekkur gullvatn!"
Hann slapp frá pínuni, men hevði mist nógv av kreftunum í hondunum. Hann royndi at fara aftur á sjógvin, tí hagar stóð hugurin, men ikki bar til. Í 1957 var hann sín seinasta túr til skips, við Streymoynni.
Eina tíð arbeiddi hann sum arbeiðsformaður á Kósini, men endaði sum arbeiðsmaður á avgreiðsluni hjá Skipafelagnum í Klakksvík.

Traðarmaður
Fyrst og fremst var tað sjógvurin, sum dróg. Men treyðugt so, sjómaðurin er onkuntíð heima, og tá skal okkurt vera at tríva í. Landbúnaðurin var altíð eitt av hansara stóru áhugamálum. Áhugin var ivaleyst kveiktur, tá hann sum ungur velti, tá hann var heima millum túrar.
Í 30-árunum eydnaðist honum at fáa eina triðings leigutrøð norðuri í Helnabrekku. Ovast var stykkið slætt og vælegnað at velta, men niðari parturin var eitt bratt ótøki, sum ein grimur hamari gekk ígjøgnum.
Eg ímyndi mær, at hann hevur staðið har í trøðni og hugsa um, hvussu hann skuldi byrja? Skuldi hann fyrst fara at fáa skikk uppá tað heldur ómakaleysa slættlendi í ovara parti? Ella skuldi hann herja á tað niðara ótøkið, ið kendist sum ein hóttandi avbjóðing?

"Ein liggur leiðin í erva.
Illgongt har er,
og fátt er til matna ..
Tað leið valdu teir,
sum søguna skaptu".

Nakað soleiðis tekur Janus til.

Eliesar tók við avbjóðingini og bjóðaði hamrinum av! Hann gjørdi høgar bakkar og brattar teigar, og vann seg at enda uppá slætt. Ómetaliga nógv tilfar varð brotið upp og flutt, til tess at geva lendinum annað skap. Alt við handamakt og ikki øðrum amboðum enn spaka, hvísl, eyrhøggara og jarnbroti. Mangir sveittadropar vórðu latnir í hetta arbeiði. Og ómetalig var frøin at skoða lokið verk!
Viðmerkjast skal, at ein eftirkomari hevur bygt sethús síni inn í hetta "ótøki". Men meginparturin av nevnda arbeiði stendur enn sum ein minnisvarði um avreksmannin.
Við tíðini velti hann so eisini meginpartin av "slættlendinum" omanfyri.
Her var nógvur mógvur, og torv varð skorið hvørt ár.
Í 1946 keypti Eliesar summarhúsini, sum Kaj Johannesen hevði bygt úti í Gravardali undir krígnum. Har fylgdi ein ¼ leigutrøð við. Nakað hevði Kaj latið veltað, og Eliesar velti so sjálvur meginpartin av restini.
Tey høvdu nógv frægd av summarhúsunum og trøðni. Hvørt summar tá í nøkur ár flutti tey út í Grøv at vera. Har varð velt og hoyggjað. Og skorið torv, tí eisini har úti var mógvur.
Í nøkur ár í 50-árunum høvdu Eliesar og Hanna kúgv saman við Karolinu á Skálatoftum (Lingu). Kúgvin skifti ímillum at vera annaðhvørt ár uppi á Skálatoftum og annaðhvørt ár niðri hjá teimum.
Høsn høvdu tey eisini. Flestu hús høvdu høsn tá í tíðini. Eliesar hevði eisini heimaseyð í mong ár.
Eg minnist mest til tíðina, aftaná at Eliesar legðist uppá land. Hann passaði sítt dagliga arbeiði, og kom vanliga til hús um 5-6-tíðina. Tá hann hevði etið ein bita, fór hann út at arbeiða. Annaðhvørt norður í Helnabrekku ella út í Grøv. Tá tað rættiliga var farið at skýma, kom hann aftur til húsa heim.

Seyðamaður – kendi hvønn seyð í Fugloynni!
Seyði hevði hann altíð áhuga fyri, og hann kendi væl seyð. Hann átti 8 gyllin av jørð úti í Fugloy, og plagdi at vera á fjalli, tá tað lá fyri. Stundum var hann og ferðaðist úti í Fugloy, og tá gekk hann um alla oynna, og kunnaði seg m.a. um seyðin.
Eg hevði varðhugan av, at hann kendi hvønn einstakan seyð í oynni. Summir hava serlig evnir at fáast við seyð. Og serligan áhuga. Ein sovorðin maður var Jógvan hjá Jóan Póli úti á Kirkju. Tá hann var í Klakksvík, kom hann altíð inn á gólvið. Og teir snakkaðu heili kvøld um seyðin har úti. Um hvørja einstaka ær – og greinaðu slektirnar! Eisini aftaná, at Eliesar ikki kom so ofta til Fugloyar longur, vitjaði Jógvan trúliga inn á gólvið, og nú var prátið um døtur og ommudøtur hjá teimum ón, sum vóru í vælmaktini, tá ið Eliesar plagdi at vera á rættini!
Nú seinastu árini hevur hann tikið táttin uppaftur við son Jógvans hjá Jóan Póli, Jógvan Páll, sum eigur og røktar í oynni. Teir hava mangt langt og gott prát um nútíðar seyðin har úti!

Bróður stari og systir sólja!
Eliesar er eitt náttúrumenniskja, sum hevði sínar ríkastu løtur úti í náttúruni. Helst tá hann var einsamallur og hoyrdi ljóðini ímillum blómur og heiðafugl. Hann gav sær far um alt uttan um seg, bæði tá hann stóð og velti. Og tá hann gekk í haganum.
Seinnu árini hevur hann ikki verið so víðgongdur, men eisini millum húsini kanst tú hitta fuglar og síggja blómurnar vaksa.
Í mong harrans ár hevur Eliesar verið vinmaður eina likku, sum trúliga kemur aftur hvørt ár fyrst í apríl mánaða. Hon heldur til á hjallstekjuni, beint fyri køksvindeyganum, og hon fær mangan bitan út gjøgnum vindeygað.
Hvørt summar gleðir hann seg til, at sóljurnar koma. Síðani eyguni fóru at bila, sær hann tær ikki so væl burturfrá. Men hann veit støðini, har tær koma upp ár um ár. Eitt er við útnyrðingshornið á hjallinum í grannahúsinum, og har yvir fer hann at hyggja, tá tann tíðin er. Og tað er ein góður dagur, tá hann hevur sæð fyrstu sóljurnar!
Hann hevur havt serligan  tokka til børn, og mong eru tey børn, sum hava havt sína gongd hjá honum og Honnu. Og sum minnast gott aftur á ta  tíðina.

Samfelagsáhugi
Eliesar hevur altíð havt ein brennandi og positivan áhuga fyri vinnuni. Síðani hann legðist uppá land hevur hann fylgt gjølliga við gongdini hjá at kalla øllum skipum. Frøtt seg, tá tað hevur gingist væl og harmast, tá mótgongd hevur verið. Hann mintist t.d. fleiri ár aftur í tíðina, datoini nær hvør av teimum stóru  trolarunum vóru farnir og komnir.
Hann hevur havt ein livandi áhuga fyri øllum samfelagsmálum, uttan tó nakrantíð at fara beinleiðis uppí politikk.
Tokkin til alt føroyskt er stórur, og tjóðskaparmaður er hann.

Valdi loysing í 1946
Við tað minniliga valið 14. september 1946 ivaðist Eliesar ikki, tá hann setti krossin fyri loysing, í fullum treysti til sínar landsmenn. Eg hugsi, at hann hevði størri álit á tí ættarliðnum, sum tá var uppá tað besta, enn á tí núverandi.
Sjálvan dagin tann 14. september 1946 var hann við Polarfarinum á veg niður. Avrátt varð, at um úrslitið gjørdist positivt (t.v.s. fyri loysing) , so skuldi flaggast. Og tað varð eisini gjørt!

Fugloyingur til tað síðsta
Tað er bert ein sera lítlan part av ævi síni, at Eliesar hevur búð úti í Fugloy. Men hjá mongum er nakað heilt serligt við tí staði, "har rótin rann." Soleiðis er eisini hjá Eliesari.
Hóast Eliesar nú hevur verið skrásettur í Klakksvíkar kommunu  í 73 ár, so er hann í botn og grund fuglingur. Og tað verður hann til sín doyggjandi dag. Rætt er tað, at hann flutti úr Fugloy á ungum aldri, men Fugloyggin verður altíð verandi í honum.
Hann hevur ein sterkan tokka til barndómsoynna og fólkið, har býr í dag. Og alt tað fólk, sum har hevur búleikast seinastu 100 árini.
Nú eru nøkur ár síðani, at sjónin fór at bila rættiliga. Áðrenn tað fóru vit ofta biltúrar inn í Dalar á Viðoynni, har Kirkju bygd og Fugloyggin sóust í fjarskuni. Tað vóru hátíðarligar løtur hjá Eliesari, har kær minnir úr farnari tíð komu fram fyri hann.
Millum tað eldra fólkið verður hann altíð róptur Eliesar í Fugloy. Eg hugsi, at honum hóar best at verða róptur við hesum navni.

So ringi eg eftir Eliesari!
Fyrr vóru fleiri "kavalerar" og gentlemen til, sum sjálvkravdir tóku á seg tað stravnara og tvørligara arbeiðið, sum er í hvørjum húsarhaldi. Sum t.d. at fáa døgurðamat til vega, spula tún og skumpa kava. Ein slíkur er Eliesar. Hvørja ferð kavi er, fer hann frá morgunstundini út at skumpa, so at gangandi er til og frá húsum. Soleiðis sóu mong hann t.d. seinasta vetur.
Í hesum javnrættindatíðum er tað eingin sjálvfylgja longur, at menninir skulu gera slíkt arbeiði. Men javnrættindi ella ikki, so krevja konurnar kortini, at menninir skulu út at skumpa, men teir akta ikki altíð so væl.
Tað sigst, at seinasta vetur var tað so javnan, at tær noyddust at hótta við, at um teir ikki nú fóru eftir spakanum, so ringdu tær eftir Eliesari!

Ein maður við meiningum.
Eg dugi ikki at hugsa mær, at Eliesar hevur havt nakrar óvinir. Men vinaskarin er stórur.
Tað er ikki tí, at hann snakkar fólki eftir munninum. Tað ger hann ikki. Hann hevur sínar egnu, væl grundaðu meiningar um mangt og hvat.
Men hann hevur tolsemi og er vinsælur, og dugur væl at samskifta við øll.

Trúarlív
Hann kom uppí Brøðrasamkomuna sum ungur maður, og har hevur hann verið ein íðin og trúfastur limur síðani. "Andaliga heim" hansara er Betesda, og hann luttekur framhaldandi á at kalla øllum fundum í samkomuni.
Hansara trúarliga sannføring rokkast ikki, og tað liggur honum nógv á sinni at breiða boðskapin út. Serligan áhuga hevur hann fyri øllum trúboðarunum, sum samkoman hevur sent út um allan heim, og hann fylgir væl við, hvussu tað gongst hvørjum einstøkum teirra.
Í hesi frágreiðingini um Eliesar eru bara nakrar fáar reglur um hendan partin av lívi hansara. Men trúarlívið fyllir ógvuliga nógv hjá honum.
Bíbliukønur er hann sum fáur, og hann dugur í ógvuliga stóran mun bíbliuna uttanat. Tað kemur meira enn so fyri, at tá fólk duga okkurt skriftstað, men ikki vita, hvat tað stendur, so venda tey sær til Eliesar at spyrja.

Serlig námsfrøði.
Mangar hava spekirnar verið, hvussu børn skulu alast upp. 
Eitt, sum eyðkennir børn, er, at tey royna at finna mørkini – og tamba tey!  Tað hevur sjálvandi við sær "samanbrestir" millum foreldur og børn, til mørkini einaferð eru góðtikin av báðum pørtum. Men pápi hevði sína egnu námsfrøði á hesum øki: hann segði altíð ja!
Eg minnist, at eg var rættiliga lítil, tá eg  ásannaði, at so var. Eg hugsaði nógv um hetta og skilti, at mær var latið í hendi at seta markið einsamallur! Eg kendi  stóra ábyrgd, og tað hevði við sær, at eg vildi ongantíð biðja pápa um nakað, sum var órímiligt!
Eg veit, at honum dámar ikki at verða róstur, men kortini skal eg siga, at hann hevur á allan hátt verið ein fyrimyndarligur pápi. Eg síggi upp til hansara við takklæti og stórstu virðing.
4.11.2005