Í annaðkvøld verður Eystanstevnudystur við Løkin millum grannarnar úr NSÍ og Víkingi. Hóast NSÍ seinastu árini hevur verið við frammi í oddinum, so hevur liðið havt sera trupult við at fáa úrslit móti Víkingi. Tað hevur gjørt, at NSÍ hevur tapt 8 dystir á rað móti Víkingi. Leygarkvøldið stendur eitt steyp uppá spæl umframt tey trý stigini.
Norðlýsið metir soleiðis um dystin:
NSÍ-Víkingur
Ein sera spennandi grannauppgerð leygarkvøldið á Eystanstevnu. NSÍ hevur møguleikan at vaska talvuna reina eftir keðiligu úrslitini seinastu tíðina og ikki minst innanhýsis uppgerðirnar móti Víkingi, har NSÍ hevur tapt 8 dystir á rað móti Víkingi. Bæði liðini spældu mikukvøldið hálvfinalu, so har eru fortreytirnar tær somu hjá báðum liðunum. Serliga er tað innanhýsis hagtølini, sum gera at tað peikar á ein sigur til Víking. Á Eystanstevnu hevur NSÍ tó góðan møguleika at mótprógva hesum og fáa frið fyri happingini úr Eystur Kommunu komandi vikurnar. NSÍ hevur ov gott lið til at skulu avskrivast á heimavølli, men tað liggur eitt sindur meir til ein Víkinga sigur. Á stigatalvuni er Víkingur fýra stig frammanfyri NSÍ, so dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini. Tipping: 2 (2-3)




