Hagtøl frá Hagstovuni fyri tey bæði fyrstu árini við flatskattinum (2012 og 2013) benda á, at flatskatturin hevur eydnast: Fólk arbeiða og tjena meiri, bæði áðrenn og eftir skatt.
Tíðarskeiðið 2011 – 2013: Hagtøl frá Hagstovuni fyri tey bæði fyrstu árini við flatskattinum (2012 og 2013) benda á, at flatskatturin hevur eydnast: Fólk arbeiða og tjena meiri, bæði áðrenn og eftir skatt.
Tað metir Fólkaflokkurin í tíðindaskrivi:
Færri fólk tjentu undir 250.000 kr
Færri fólk tjentu undir 250.000 kr í 2013 enn í 2011 (seinasta árið við tí gamla skattastiganum).
Stabbamyndin (sí niðanfyri) vísir, at frá 2011 til 2013 vórðu tað 355 føroyingar færri, sum tjentu millum 0 og 100.000 kr.
Sama tíðarskeið 469 føroyingar færri, sum tjentu millum 100 og 250.000 kr.
Samanlagt fækkaði altso talið á føroyingum, sum tjentu undir 250.000, heili 824 persónar frá 2011 til 2013.
Fleiri fólk tjentu yvir 250.000 kr
Hinvegin tjentu 289 fleiri føroyingar millum 250.000 og 400.000 kr í sama trý ára skeiði.
Talið á fólki í inntøkubólkinum 400.000 – 600.000 kr øktist við heili 680.
384 føroyingar fleiri tjentu yvir 600.000 kr í 2013 enn í 2011.
Samanlagt tjentu altso 1.353 føroyingar fleiri oman fyri 250.000 kr í ársinntøku í 2013 enn í 2011.
Flatskatturin eydnaðist longu fyrstu 2 árini
Tað merkir, at flatskatturin fekk føroyingar at arbeiða og at tjena meir, bæði áðrenn og serliga aftan á skatt. Tað er bara vøkstur, sum skapar vælferð.
Eydnaðust tey fyrstu tvey árini við flatskatti væl, bendir alt á enn betri úrsliti fyri árini 2014 og 2015, hóast Taks ikki hevur neyv hagtøl fyri inntøkur og skatt greið fyrrenn 1. nov. fyri undanfarin ár.




