Tað var ein rættuligur roktúrur, sum Fagraberg kom av á Fuglafjørð. Heili 3254 tons av svartkjafti hava teir landað og hartil var prísurin góður
Hetta er størsta svartkjaftalastin sum er landað í Føroyum nakrantíð, sigur skiparin, Høgni Hansen, og eisini óhoyrt við Føroyar hesa tíðina á árinum.
Tá sá einki út tá vit fóru hendan túrin, tí menn rokna vanliga ikki hesa tíðina sum góða til svartkjaft í føroyskum sjógvi. Og hartil hevur veðrið verið sera ólagaligt, vindmátarin hevur mest sum staði á 25-30 m/sek. allan túrin og heldur ikki tað plagar at vera bestu líkindi til at fáa svartkjaft, tí vanliga verður roknað við at svartkjafturin stendur meira spjaddur tá illveður er.
Men vit byrjaðu eystur úr Fugloynni og endaðu suður úr Munkagrunninum og hava sostatt allar hendan túrin, sum vardi í 11 dagar fiska í føroyskum sjógvi.
Sum sagt, so landaði Fagraberg hendan túrin 3254 tons til Havsbrún í Fuglafirði. Prísurin var eisini góður, 1,39 fyri kg, so vit hava selt fyri umleið 4,5 milliónir krónur, og manningarparturin hendan túrin verður um 65.000,- kr.
Fagraberg gjørdi eisini ein roktúr eftir sild í summar, tann túrurin var eisini ein rekordtúrur. Tá vóru vit á sild og landaðu um 3100 tons fyri 2,15 pr. kg, so tað var størsta sildalastin í krónum, sum landað hevur verið.
12 mans eru við Fagrabergi um veturin og 10 um summarið.




