Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

“Fagravík” nýtt navn á Vágni

Oliver Joensen

Uttan at gøtunavnanevndin hevur lýst eftir navni til hylin við Tingstøðina og Biskupsstøð, so skjýtur hon upp fyri býráðnum, til býráðsfundin í kvøld, trý heiti: Fagravík, Kjalarvík, Lítlavík.

Nevndin vil helst hava at býráðið tekur við navninum Fagravík.

Um orsøkina til uppskotið sigur nevndin: Víkin er eitt nýtt stað, skapt av mannahond. Tí loyvir nevndin sær at skjóta upp navn, sum ikki er beinleiðis tengt at nøkrum gomlum staðarnavni.

Tó so, “Háskúlin í Føgrulíð” fær her kanska eina óneinleiðis heilsan. Tað navnið varð eisini smíðað til høvið av teimum, sum staðsettu háskúlan vestan til á Borðoynni fyri øld síðani – Somuleiðis heilsa vit á ein hátt Klaksvíkini við at navngeva víkina “Fagravík” í stóru og føgru víkini: Klaksvík.

Í gerandisbrúki verður orðið ofta beint, sum t.d. vit spákaðu framvið Føgruvík … tiltakið verður í Føgruvík o.s.fr.

PS: Víkin er ikki partur av “Klaksvík”, men av “Vágni”.