Aftur í morgun, hósdagin 6. mars, visti Útvarpið at siga frá, at rikni revolvaripolitikkurin hjá Vestergaard í samráðingunum um makrelin ikki bar á mál. At fiskimálaráðharrin sigur, at Føroyar ikki eru trupulleikin, fari eg at loyva mær at ivast í. Fastlæsta støðan er einki minne enn ein vanlukka fyri føroyska samfelagið, og fáa vit ikki eina loysn, endar tað galið fyrr ella seinni.
Aftur í morgun, hósdagin 6. mars, visti Útvarpið at siga frá, at rikni revolvaripolitikkurin hjá Vestergaard í samráðingunum um makrelin ikki bar á mál. At fiskimálaráðharrin sigur, at Føroyar ikki eru trupulleikin, fari eg at loyva mær at ivast í. Fastlæsta støðan er einki minne enn ein vanlukka fyri føroyska samfelagið, og fáa vit ikki eina loysn, endar tað galið fyrr ella seinni.
Sjálvandi hevur makrelurin skapt nøkur arbeiðspláss, men fastlæsta støðan hevur so sanniliga eisini kostað okkum nógv arbeiðspláss í hinum endanum.
ES og Norra hava sett bann fyri føroyskum skipum, ið fiska makrel, at sleppa at landa í teirra havnum, og bann er sett fyri at selja makrel í somu londum. Allar fiskivinnuavtalur, ið vóru galdandi millum Føroyar, ES og Norra er burtur, og tað er ein vanlukkulig støða hjá fiskivinnutjóð sum Føroyum at vera í.
Eg eri fullgreiður yvir, at knúturin er ikki lættur at loysa, men havast skal í huga, at pelagiskur fiskur er svikafullur og kann lættliga hvørva úr okkara sjóøki, áðrenn vit vita av.
Hendir tað, at makrelurin svíkur, standa vit eftir við Svarta-Peri, og tá er vanlukkan vís, og lítið er vunnið. Vit koma at standa sum ryssa yvir deyðum fyli, meðan Norra og ES bara hava eitt at bjóða okkum, og tað er fremstifingur.
Eitt land sum Føroyar, ið er so knýtt at fiskivinnu, eigur at hava so nógvar og góðar fiskivinnuavtalur sum gjørligt við onnur lond. At vit ikki hava eina fiskivinnuavtalu við Norra og ES líkist svartasta ongum og kann koma at kosta okkum dýrt, tá ið av tornar.
Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina, tá eingin makrelur var í føroyskum sjógvi, og tá var makrelurin heldur eingin trupulleiki. Men so kom makrelurin sum tjóvur á nátt og floymdi inn yvir grunnarnar, og tað, ið skuldi blíva fiskieydna, bleiv ein stórur trupulleiki fyri 95 prosent av Føroya fólki, og hjá hinum fimm prosentunum bleiv makrelurin eitt reint gullegg.
Áðrenn makrelurin gjørdi innrás í okkara sjóøkið, høvdu vit stóra toska- og hýsukvotu í norskum sjógvi. Kvotan var tillutað føroysku flakatrolarunum, sum sjálvandi eisini mistu vunnin rættindi av makreltrupulleikanum. Men søgan hevur prógvað, at skipini klára seg fínt við kvotuni í russiskum sjógvi og hava ongar trupulleikar av ikki at sleppa í norskan sjógv.
Tí er mín áheitan á fiskimálaráðharran sum skjótast at fáa eina avtalu í lag við ES og Norra um makrelin fyri síðani at samráðast um at vinna mist rættindi aftur í norskum og ES-sjógvi.
Hendir tað, er nógv vunnið fyri føroysku fiskivinnuna. Komandi kvotu, ið vit fáa – serliga í norskum sjógvi – eigur at verða tillutað føroyska línuflotanum.
Vit vita, at línuflotin hevur tað ógviliga strævið og hevur ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Men fær línuflotin rættindi í norskum sjógvi, er nógv vunnið. At føroyskum fiskimonnum ikki manglar ágrýtni, prógvar søgan so sanniliga. Línubátar leita sær heilar 1300-1400 fjórðingar yvir á Flemish Kap fyri at fáa nakrar stertar til høldar. Roknistykkið fyri árið í fjør vísti, at hetta ikki er serliga lønsamt, tí tíðin frá tí, at loyst verður og til heimkomu, er alt og long. Fiskurin verður gamal og vánaligur, og tí fæst ikki tann prísur fyri fiskin, sum hann annars átti at fingið. Eisini fer ein alt ov stórur partur av vinninginum upp gjøgnum skorsteinin av teirri einføldu grund, at avstandurin er so stórur. Tann geografiski avstandurin hevði ikki verið so meinskur, um línubátarnir fingu rættindi í norskum sjógvi.
Slaka vit nøkur prosent í makrelkvotuni og vinna mist rættindi aftur, er nógv vunnið. Samanlagt verður vinningurin fyri føroysku tjóðina nógv størri, um vit eisini sluppu at fiska í norskum og ES-sjógvi.
Vit skulu eisini minnast til, at hesi nýggju og stásiligu uppsjóvarvirkini, sum longu eru komin, og onnur verða bygd, fara at hava brúk fyri rávøru. Fáa vit handilsforðingina burtur, er eingin trupulleiki fyri hesi virki at keypa rávøru frá áðurnevndu londum.
So samanumtikið skal mann rokna við, at vinningurin fyri Føroyar verður nógv størri, um vit bara slaka nøkur prosent í makreltrætuni, og vit fáa kanska tosk og hýsu afturfyri, til sóma fyri land og fólk.
Sakaris Zachariasen




