Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fáið skil á vitan um stovnar og ráðgeving

Oliver Joensen


Millum annað omanfyri nevndu niðurstøðu, er kendasti fiskivinnufrøðingur okkara, Kjartan Hoydal, komin til eftir at hava kanna ymisk viðurskifti fyri WECAFC. Kjartan skrivar soleiði á Facebook úr Trinidad:

Ein heilsan úr Trinidad – Tobago

Hesa vikuna og mestu av næstu eri eg langt av landi skotin. Eg eri í Port of Spain í Trinidad í arbeiðsørindum. Fyrr í ár stóð mær í boði at gera eina uppgávu fyri FAO/NEAFC her í vesturpartinum av Miðatlantshavi, (Meksiko flógvin, Karibiska havið og norðast á Brsilia landgrunninum).

Í hesum partinum av Atlantshavi er ein fiskivinnu økisfelagsskapur kallaður WECAFC (Western Central Atlantic Fisheries Commission) (júst sum vit hava NEAFC í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum). Limalondini eru USA, Meksiko, miðamerikansku londini, Venzuela, Guyana, Surinam og Brasilia, ES o.o. Haraftrat koma tey nógvu oyggjalondini í Karibiska havinum og tey nógvu øki, sum eru undir, Bretlandi, Fraklandi, Hollandi og USA, tilsamans 34 limir.

WECAFC økið

Samanbera vit víða WECAFC økið við landnyrðingspartin av Atlantshavi, NEAFC økið, so er stórur munur. WECAFC økið kemur ikki í nánd av okkara heimasjógvi, tá tað kemur til fiskiríkidømi. Heildarveiðan í NEAFC økinum hevur seinastu nógvu árini verið uml. 10,5 milliónir tons (vert , men í WECAFC hevur veiðan í mesta lagi verið 1,5 milliónir tons, tíggju ferðir minni. Tropisku havøkini framleiða ikki so nógv sum norðari kaldari sjógvurin. Veiðan hevur verið minkandi seinastu árini.

NEAFC er ein felagsskapur sum byggir á ein sáttmála millum limalondini. Har verður millum annað ásett, at felagsskapurin kann taka avgerðir um stýring av fiskiskapinum, sum er bindandi fyri limirnar. WECAFC er ein FAO grein XIV stovnur. Tað er sostatt ikki limirnir sum taka yvirskipaðar avgerðir, men FAO, og avgerðirnar eru ikki bindandi.

WECAFC hevur seinastu árini havt eitt orðaskifti um at gera felagsskapin sterkari, til nakað sum líkist økisfelagsskapum sum NEAFC, sum kunnu taka bindandi avgerðir. Hetta er tað eg havi fingist við seinasta hálva árið. Ein fyrireikandi fundur var á Barbados fyrst í september og tann frágreiðingin, sum eg havi skrivað síðani , skal leggjast fyri limirnar í WECAFC komandi týsdag. Har verður so avgjørt hvussu farast kann víðari fram.

Míni ráð eru greið: Gerið WECAFC til nakað sum kann taka bindandi avgerðir, fáið skil á vitan um stovnar og ráðgeving og um hvussu nógv kann veiðast av hvørjum stovni. So kann fiskivinnan verða burðardygg, tryggja fiskimonnum inntøkurnar, veita trygd fyri heilsugóðum sjómati og skapa grundarlag fyri einum ríkum vinnulívi.

Port of Spain 28. November 2015 kjartanhoy@gmail.com

Harleyfacadeacryl