Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fákfeløgini tosað saman um støðuna

John William Joensen

Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, váttar fyri Norðlýsinum at fákfeløgini tosað saman um støðuna

Gunnleivur Dalsgarð vil onga viðmerking gera til støðuna nú tingið kemur saman at viðgera arbeiðsósemjuna millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Men spurdur um Starvsmannafelagið hevur verið í samband við onnur fákfeløg um støðuna svarar formaðurin játtandi.
– Vit hava havt fund við onnur fákfeløg um støðuna men eg vil ikki siga meira um hetta nú.
 
Norðlýsið hevur eisini roynt at fingið viðmerking frá Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroyar Arbeiðarafelag í morgun, men hon situr framvegis á fundi.