Á Kósini gekk arbeiði sína vanligu gongd í morgun hóast tað er ólavsøkudagur.
Partrolararnir Falkur og Heykur landa á Kósini í dag. Teir hava 154 tons, har størsti parturin er upsi. Í morgin landar Polarstjørnan . Á Kósini er nógv at gera í løtuni og har norðuri væntaðu tey at arbeiða langar dagar komandi dagarnar. Vanliga verður arbeitt frá kl. 07.00 til kl. 18.00, tá heilt nógv er at gera.




