Sunnudagin 21.mai kl 14-18 verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hildin í barnagarðinum á Mýrunum, Runavík
Sunnudagin 21.mai kl 14-18 verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hildin í barnagarðinum á Mýrunum, Runavík
Ætlanin við familjudegnum er fyrst og fremst at ættleiðingarfamiljur kunnu koma saman til hugna, spæl og prát, umframt at áhugaverdur fyrilestur er á skránni.
Skráin fyri dagin verður hendan:
• kl. 14:00 – Døgveðri
• kl. 15:00 – Aðalfundur
• kl. 15:45 – Drekkamunnur og hugni fyri børn og vaksin
• kl. 16:15 – Fyrilestur –Når adopterede bliver voksne, del 2 –Maria Kirsten
• kl. 17:15 – Drekkamunnur
Í ár hava vit fingið Mariu Kirsten at halda tveir fyrilestrar fyri okkum.
Maria fer at halda ein fyrilestur í Smæruni leygardagin 20 mai har hon fer at greiða frá sínari ættleiðingarsøgu. Ein søga sum náddi sítt hámark tá hon fann sína lívfrøðiligu familju í sjónvarpssendingini ‘Sporløs’. Les meir um fyrilesturin her
Sunnudagurin 21 mai – á familjudegnum – kemur hon at greiða frá, hvat hon heldur man skal gáa um tá man ættleiðir eitt barn. Hvussu hon sjálv hevur viðgjørt sín samleika, umframt at geva góð ráð og amboð, til bæði foreldur og tannáringar, um hvussu man kann svara teim torførum spurningum, sum kunnu taka seg upp í eini ættleiðingarfamilju. Les meira um fyrilesturin her
Tað verður møguleki fyri at seta spurningar, og um stemningur er fyri tí, kunnu tannáringanir og tey ungu fáa eina løtu saman við Mariu – uttan foreldur – til eitt prát og spurningar.
Tilmelding
- Tað er ókeypis at luttaka.
- Vinarliga send ein teldupost til post@aettleiding.fo ella ring á 443135 og viðmerkið í teldupostinum nøvnini á teimum sum luttaka – hetta er so vit kunnu bíleggja røttu mongd av mati.
Seinasta freist at melda til er á middegi 18. mai 2017
Felagið vónar at síggja nógv fólk til dagin.
Skrá fyri aðalfundin er hendan:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara
2. Frágreiðing frá formanninum um virksemi felagsins í farna ári
3. Framløga og góðkenning av grannskoðanum roknskapi
4. Innkomin uppskot
5. Virkisætlan felagsins
6. Áseting av limagjaldi
7. Val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
8. Val av 2 grannskoðarum
9. Ymiskt




