Sunnudagin 27. mars kl.12.00 verður familjugudstænasta í Kunoyar kirkju við Hanusi á Gørðum, sóknarpresti.
Byrjað verður í bygdarhúsinum, har bjóðað verður til morgunmatar frá kl.11.00. Síðani verður farið í kirkjuna, har nógvur sangur verður, og har næmingar úr tónlistaskúlanum koma at framføra.
Talvan gongur fyri neyðhjálp til Ukraina. Eftir gudstænastuna verður okkurt leskiligt til børnini.
Øll eru vælkomin.



