Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Familjulega á Zarepta fyri fólk við breki

John William Joensen

Evni: rørsla, heilsa og tunglyndi

Aftur í ár verður familjulega fyri fólk við breki á Zarepta. Legan er ætlað øllum teimum, sum bera brek, og familjum teirra. Legan byrjar hóskvøldið 7. mai og endar sunnudagin 10. mai. Høvuðsevnið á leguni verður “rørsla og heilsa”. Harumframt verður áhugaverdur fyrilestur um “tunglyndi, orsøkir, eyðkenni og viðgerð”.

Nógv spennandi verður á skránni. Fyrilestrarnir verða millum annað hesir:

Jákup Jacobsen, Yndi Fitness: "Rørsla ber bata – tað, ið tú gert, ger tað av fullum huga!"
Christian Ludvig Dam: “Uttan at sveitta – KLD-body”
Mariann Patursson: “Heilsugott – heilsugóður lívsháttur”
Elisabeth Guttesen o.o.: “Tunglyndi- eitt sindur um orsøkir, eyðkenni og viðgerð”

Harumframt verður gallakvøld, tónleikur, fimleikur, leikvenjing, ríðing , sansarúm, svimjing, andakt, sangur, busstúrar, gongutúrar, spæl og ítriv.

Tilmelding er hjá Samly Reinert tlf. 51 87 20, ella við telduposti: brek@zarepta.fo í seinasta lagi mikudagin 29. apríl.

Á hvørjum ári síðan 1981 hevur Zarepta skipað fyri familjulegu í vikuskiftinum dýra biðidag fyri øll, ið bera brek. ST kjósaði 1981 til ár teirra, ið bóru brek, og heitti á øll lond um at gera okkurt serstakt fyri at stuðla og hjálpa á hesum øki. Føroya Landsstýri heitti tá eisini á kirkjur, samkomur og felagsskapir um at skipa fyri tiltøkum til frama fyri øll, sum bóru brek. Hesa áheitan tók Zarepta í álvara, men eftir ynski frá leguluttakarunum sjálvum hendi eisini tað gleðiliga, at familjulegan gjørdist eitt árligt afturvendandi tiltak. 

Vinarliga

Zarepta