Í sambandi við at frítíðararbeiðið og bíbliutímarnir fyri børn eru liðug fyri í vetur, skipar samkoman í Betesda fyri familjumøti í Badmintonhøllini sunnudagin 5. apríl kl. 16.
Á skránni verður felagssangur fyri børn og vaksin og Beinta & Absalon Áargarð luttaka við einum boðskapi.
Aftaná bjóða fyrireikararnir nátturða.
Øll børn og vaksin eru vælkomin á familjumøti í Badmintonhøllini sunnudagin kl. 16!
NB! Vegna familjumøtið verður eingin sunnudagsskúli í Betesda sunnudagin og einki møti kl. 18.




