Hevur tú ikki tekna teg enn, so kanst tú náa tað enn. Tekingarfreistin er gongur út nú mikudagin 10. juni.
Aftur í ár fer Fólkaflokkurin familjuútferð. Í fjør vóru vit á Slættanesi. Veðrið var av tí besta hendan dagin. Um viðrar fara vit í ár til Mikladals. Túrurin er ætlaður øllum fólkafloksahugaðum, bæði stórum og smáum. Øll hava aldur at koma við á Fólkafloksútferð.
Ferðin byrjar leygardagin 13. juni í Klaksvík, haðani siglt verður til Syðradals, síðan við bussi til Mikladals.
Kl. 10.15 Sigla av Klaksvík við M/F Sam. Møtið á keiini, har M/F Sam hevur atløgupláss.
Kl. 17.35 Av Syðradali til Klaksvíkar.
Komin til Mikladals ganga vit niðan á Háls. Haðani sæst suður gjøgnum Djúpini. Ein túrur sum er góður at ganga hjá øllum. Eisini ber til at huga sær í bygdini, har Avhaldsfelagið skipar fyri ymiskum tiltøkum hetta sama vikuskiftið.
Í Mikladali bjóða vit smurt breyð. Tað ber til at keypa okkurt at drekka afturvið.
At hava við, umframt tað góða lagið: heit klæðir, góðar gongu skógvar og nakrar krónur til drekka.
Kostnaður og tilmelding
Kostnaðurin fyri túrin er, kr. 250,00 fyri vaksin, 14 ár og eldri, og kr. 90,00 fyri børn, 0-13 ár.
Peningurin skal flytast á kontu floksins nr. 9181-174.447.1 í Eik Banka í seinasta lagi mikudagin 10. juni. Viðmerk tal av børnum, tal av vaksnum. Viðmerk eisini fartelefonnummar og teldupostbústað. Flytingin er samstundis tilmelding til túrin.
Fyrivarni
Broytingar í klokkutíðunum kunnu koma fyri. Tað kann valdast veður, og hvussu nógv melda til. Møguligar broytingar verða fráboðarar til omanfyri nevndu fartelefonnummar og teldupostbústað. Eisini verða møguligar broytingar at finna á heimasíðu okkara folkaflokkurin.fo.




