Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara aftur at tjalda mitt í býnum

Danial Viðoy

Tjaldingin á Summar Festivalinum verður aftur í ár mitt á festivaløkinum.

Tjaldingin á Summar Festivalinum verður aftur í ár mitt á festivaløkinum.

Tað skrivar Summar Festivalurin.

Summar Festivalurin kann nú boða frá, at tjaldingin á árins festivali aftur verður mitt á festivaløkinum – á sama staði, sum hon var í fjør.

Nýggja tjaldøkið, sum liggur á Akursmørk í miðbýnum í Klaksvík, hevur roynst sera væl, og tí verður hetta økið aftur í ár latið tjaldarunum at ráða yvir.

Fyri at sleppa inn á tjaldøkið krevst serligt tjaldpass, og tað kann nú keypast á heimasíðunisf.foog í Telebúðum.

Umframt møguleikan at gista í tjaldi verður eisini skipað fyri ymiskum tilboðum til tjaldararnar – eitt nú heitir pottar, matsøla og framførslur.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.