Sigur varaborgarstjórin, Pól Fuglø, sum hevur verið partur av meirilutanum í bygdarráðnum, ið hevur samráðst við Klaksvíkar Kommunu um samanlegging.
– Eg havi onga føling av hvønn veg tað ber, men sambært útsagnum, so er vandi fyri at ein stórur meiriluti verður ímóti uppskotinum.
– Tað syrgiliga í hesum er bara tað at hetta er seinasti møguleiki hjá okkum at verða partur av eini sameiningartilgongd.
– Tað er púra greitt at býráðslimir í Klaksvík fara undir ongum umstøðum at samráðast av nýggjum um samanlegging – og so verða vit samanlagdir við eini løgtingslóg har vit onga ávirkan fáa á samanleggingar-tilgongdina.
Bíðar spentur
Pól Fuglø sigur at hann bíðar í spenningi eftir úrslitinum.
– Vit hava arbeitt í meira enn eitt ár við at fáa eitt gott úrslit og hóast okkum hevur verið skotið í skógvarnar at bygdarráðið hevur verið ósamt – so er veruleikin tann at ein meiriluti í bygdarráðnum hevur staði aftanfyri tilgongdina.
– Men eg má samstundis staðfesta at sjálvt menn sum bæði arbeiða og hava síni vinnutól liggjandi í Klaksvík – eru av einhvørji orsøk ímóti samanleggingini – og tað dugi eg als ikki at skilja.
– Um úrslitið verður eitt NOY, sum flestu nokk roknað við – so er avleiðingin tann at tosið um samanlegging er jarðað og vit kunnu tá bara bíða eftir at løgtingið leggur okkum saman við lóg.
– Tì fari eg at atkvøða fyri einum spennandi samstarvi og farið at heita á bygdarfólkið um at gera tað saman – bygdini at frama.




