sigur Jákup Petersen, yvirlækni, sum stillar upp til løgtingið
– Tað sum eg fyrst og fremst hugsið um eru tey sokallaðu bleytu virðini – t.v.s. at vit fáa eina vælfungerandi sosiala skipan.
– Vit skulu m.a. føra ein familjupolitikk sum føroyingar kunnu vera stoltir av.
– Eisini er umráðandi at vit varðveita almennar stovnar, sum eru vælfungerandi í norðoyggjum í løtuni. Vit eiga í hesum sambandi at hyggja longur fram og syrgja fyri at almennu stovnarnir í økinum framhaldandi veita eina nøktandi tænastu soleiðis at teir eisini vera ein nátúrligur partur av økinum í framtíðini.
Klaksvíkar Sjúkrahús
Jákup Petersen sigur at Klaksvíkar Sjúkrahús framhaldandi verður eitt hjartamál hansara.
– Eg havi í mong ár gjørt eitt stórt arbeiði fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og tað er umráðandi at vit alla tíðina halda eitt høgt tænastustøði. Ofta verður ført fram at tað sentralt í sjúkrhúsverkinum er ein illvilji ímóti Klaksvíkar Sjúrkahúsi, men eg trúgvi at hetta mangan hevur verið blást upp.
– Hinvegin er umráðandi at vit hyggja longur fram og syrgja fyri einum vælfungerandi sjúkrahúsi.
Hví nú
Jákup Petersen sigur at broytingarnar í flokkinum seinastu tíðina hava fingið hann at stilla upp.
– Enn er uppstillingin ikki endalig, men tað er eingin loyna at broytingar í flokkinum seinastu tíðina fingu meg at siga ja til uppskotið.
– Eg havi ongantíð havt tey stóru ynskini um at vera uppstillaður, men havi í mong ár verið “hvílandi” limur.
– Flokkurin hevur nú framt nakrar umprioriteringar og tí helt eg at eg skyldaði flokkinum at taka av tilboðnum.
Jákup Petersen undirstrikar tó, at hann endaliga ikki er uppstillaður tí seinasti uppstillingarfundurin verður ikki fyrr enn í august.




