Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Farleið um Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin

John William Joensen

Skotið verður upp at gera ein tunnil gjøgnum verandi havnaøki úr Álakeri út á Bø.

Tunnilin verður stoyptur við eini hædd á 4,6 m og eini breidd á 10 m, mált frá innsíðum.
Brekkan niður til tunnilin byrjar frá verandi omankoyring til ferjuleguna. Komið verður inn í tunnilin í Álakeri. Longdin á tunnlinum verður 400 m, og komið verður úr tunlinum Úti á Bø.
Tunnilsrøri kemur samstundis at verða kai frammanfyri neystini Inni á Støð.
Til at taka vatnið, ið kemur í tunnilin, verður miðskeiðis í tunnlinum gjørdur ein uppsamlings-brunnur, vatnið verður har frá pumpað út á sjógv.
Fyri at fáa luftskifti í tunnilin og fyri at skapa rúm fyri trappu úr tunnlinum upp á havnaøki, verður í miðjuni í tunnilinum gjørt eitt op.
Omanfyri Ferjuleguna og Úti á Egg verða gjørdar rundkoyringar, hesar gera tað lagaligt hjá  bygdafólkinum og øðrum ferðandi at koma til og frá bygdini og havnaløgunum á Kráartanga og á Ferjuleguni.
Um vegur ella tunnil verður gjørdur oman fyri bygdina verður farleiðin um Leirvík i minsta lagi 500m longri enn í fyriliggjandi uppskoti.
Vansar við fyriliggjandi uppskoti eru t.d.at, neyðugt verður at bróta kajuna burtur niðanfyri Tævuna, og neyðugt verður at seta upp spundsveggir og tøma havnina fyri sjógv meðan arbeiðið fer fram. Hetta kemur at órógva arbeiðið á havnalagnum nógv í byggitíðini.
Neyðugt verður eisini at taka nøkur neyst niður.
Á heimasíðuni hjá Landsverkið stendur at tunnil undir bygdina kostar 75 – 130 mió. kr og at vegur omanfyri bygdina kostar 25 mió. kr.

Sp/f Teknistovan hevur 3 ár á baki og heldur til í handilsbygninginum hjá Sp/f Haldur Konoy við Gøtugjógv. Á teknistovuni arbeiða 4 byggifrøðingar, eisini eru verkfrøðingar og skrivstovstovufólk teng at teknistovuni.
Av uppgávum sum Sp/f Teknistovan hevur gjørt kunnu nevnast: Sambýli Gøtbrá í Gøtu, útbygging av Eysturoyar Røktar og ellisheimi, umframt aðrar byggi- og anlegsuppgávur fyri virkir og kommunur.