Faroe Ship fer undir nýggja siglingarætlan, ið er lagt neyvt til rættis eftir ynski og tørvi kundans, og fer m.a. at hava hesar fyrimunir: víðkan av rutunetinum, betri ferðaætlan, enn betri reglusemi, betri handfaring av góðsinum, og harvið enn betri tænastu til viðskiftafólk okkara.
Faroe Ship fer undir nýggja siglingarætlan, ið er lagt neyvt til rættis eftir ynski og tørvi kundans, og fer m.a. at hava hesar fyrimunir: víðkan av rutunetinum, betri ferðaætlan, enn betri reglusemi, betri handfaring av góðsinum, og harvið enn betri tænastu til viðskiftafólk okkara.
16 skip er í siglingarkervinum hja Eimskip samtakinum. 6 av skipunum fara at sigla vikuliga til og úr Føroyum.
SÍ PDF VIÐ NÝGGJU SIGLINGARLEIÐINI HER
Umframt at bjóða mest sum somu góðu inn- og útflutningsmøguleikar, bjóðar Faroe Ship nú eisini hesar møguleikar:
* Beinleiðis flutning millum Føroyar og Skotland/Ongland tvær ferðir um vikuna, t.e. mánadag og fríggjadag úr Føroyum – serliga ætlað útflutningi av feskum fiskvørum/laksi til evropeiska meginlandi við møguleika til flogvegis flutning víðari til USA og Fjareystur v.m.
* Beinleiðis flutning millum Føroyar, Holland og Polen – serliga ætlað framleiðarum av frystum fiskavørum/pelagiskt. Farleiðin gevur eisini møguleika at flyta vøruna til Hollands har vøran verður umskipað og víðarisend til Afrika, Mið- og Fjareystur v.m.
* Viðv. innflutningi til Føroya eru nú víðkaðir møguleikar at innflyta beinleiðis úr Polen og Skotlandi til Føroya.
Faroe Ship skipar fyri innflutningi av vørum til Føroya úr so at siga øllum heiminum, eins og útflutningi av føroyskum vørum til lond kring um í heiminum. Faroe Ship hevur samstarvsavtalu við Maersk um flutning til og frá havnum í Evropa og víðari út í heim. Faroe Ship hevur verið Maersk einaumboð í Føroyum í meiri enn 30 ár.
Tænasturnar hjá Faroe Ship eru fylgjandi: Innflutningur, útflutningur, skundflutningur (Faroe Express), innlendisflutningur, vøru- og frystigoymslur og skipaumboðan v.m. Við uml. hundrað góðum starvsfólkum í Føroyum, fleiri farmaskipa komum og fráferðum um vikuna, vøru- og frystigoymslum, 30 koyrandi eindum og fleiri enn 80 lastum, vognum, tangum v.m., ynskir Faroe Ship at vera ein viðleikari til at menna og fremja føroyskt vinnnulív og harvið Føroyar.




