Í samband við at Faroe Jet hevur gjørt av steðga virksemi sínum frá í dag leygardagur 16DEC06, er avtala gjørd millum Faroe Jet og Atlantic Airways
um flutning av ferðafólkunum, sum hava keypt ferðaseðlar við FaroeJet.
Hetta merkir, at øll ferðafólk, sum hava keypt og goldið ferðaseðil við FaroeJet fáa tilboð um flutning við Atlantic Airways ístaðin uttan eyka kostnað.
Í tann mun tað ber til, fáa ferðafólkini høvi til at ferðast sama dag, sum upprunaliga ætlað.
Ferðafólkini fáa nærri boð um tey praktisku viðurskiftini á heimasíðuni hjá feløgunum seinni í dag.
FaroeJet




