Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FarPay gjørt sáttmála við danska grannskoðarafyritøku

Jóhann Lützen

KT-fyritøkan Farpay, sum ger loysnir til handfaring og fakturasending, gjalding og uppfylging, hevur fingið risastóru e-conomic fyritøkuna á sín kundalista

FarPay er eitt toymið av føroyingum og danskarum, sum skapar loysnir til handfaring og fakturasending, gjalding og uppfylging. Á heimasíðu teirra siga tey seg stremba eftir at sameina høgan kompleksitet við høgan nýtsluleika.

FarPay strembar eftir at gera tað lætt hjá teirra kundum, at innkrevja pening við nýmótans gjaldsloysnum, og lætt hjá tínum kundum at gjalda.

Og ein av fyritøkunum, sum hevur fingið eyguni upp fyri FarPay er danska e-conomic, sum hevur yvir 100.000 kundar í sínum kartoteki. 

Les meira um FarPay her.