Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fast samband eigur at hava ovastu raðfesting

John William Joensen

Borgarstjórin í Sjóvar Kommunu, Artur Johansen, er ikki so avgjørdur um hvørt tað er skilagott ella ikki við eini brúgv tvørtur um Skálafjørðin. Tað sum hevur størri týdning er at Skálafjørðurin verður bundin saman við miðstaðarøkið og tí er umráðandi at eysturoyingar ikki nú fara at klandrast um hvørt tað skal verða brúgv ella ikki.

Eg haldi at tað sum eigur at hava ovastu raðfesting er at vit fáa bundið økið saman og fáa eina tíðarhóskandi farleið til miðøkið. Spurningurin um hvørt vit eiga at fáa eina brúgv ella tunnil tvørtur um Skálafjørðin er ein spurningur sum ikki eigur at forða fyri at nakað verður gjørt. Fyri okkum her á vestaru síðu á Skálafjørðinum haldi eg tað hevur ikki so stóran týdning um ein brúgv verður gjørd tí sum sagt hevur tað størri týdning fyri okkum at eystur- og vestursíðan verða samanbundin.

Spurningurin hevur tó ikki verið til viðger í bygdarráðnum so hetta er mín egna persónliga meining, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, í stuttari viðmerking.