Leygardagin var FM í dart í Mentanarhúsinum í Fuglafiðrið, og baði hjá kvinnum, monnum og í tvímansleiki vóru somu FM vinnarar sum í fjør.
Hjá kvinnunum vóru 8 tær bestu frá farna kappingarárið møttar, stóri spenningurin var, um nøkur kundi taka FM steypið frá Beintu, sum hevur verið einaráðandi í ár. Beinta sum fyrr í ár gjørdist ímillum tær 32 bestui Europa, var eitt støði hægri enn allar hinar, og lat hon ongan iva vera um, at hon í løtuni er besti spælarin, í hálvfinaluni møtti hon Birthe Sikivat, sum er tann einasta ið hevur givið henni mótstøðu í ár, men har var eingin ivi, og sjálvt um hon kom afturum 1-0, so vann hon 3-1. Í finaluni møtti hon systur síni Duritu Joensen, og valdaði tað eitt sindur av spenningi, tí her var ein ordilig lokal uppgerð, men heldur ikki her var nakar ivi, finalan endaði 4-0
Hjá monnum vóru 48 teir bestu møttir. Jan McIntosh úr HDF sum fyrr í ár gjørdist Nr 5 í Europa, var favorittur at vinna kappingina, men støði hjá monnum er høgt, og kunnu fleiri á einum góðum degi geva honum mótstøðu. Tað sóu vit serliga, tá unga telenti Bogi Arge úr HDF møtti Jan í fjórðingsfinaluni, Bogi var á odda 3-2, men Jan javnaði, og í avgerðandi settinum brendi Bogi matchpíl, tá hann misti eina 116 lukking, og kundi tað sama sligið favorittin út longu tá. Men aftana hetta lat Jan ongan iva verða um at hann í løtuni er tann besti. Í finaluni møtti hann double makkaranum Una Árting, og aftana nógvar mistar doublar frá Una, so vann Jan dystin 7-1
Í tvímansleiki vunnu favorittarnir Uni og Jan, finalan var ímóti Petur og Niels Thomsen, finalan gjørdist tann mest spennandi av finalunum, og var hon til tíðir væl spæld, aftana at hava fylgst til 3-3, so fóru Jan og Uni undan og vunnu at enda finaluna 6-4.
Úrslit:
Kvinnur
Nr 1 Beinta Joensen KDF
Nr 2 Durita Joensen KDF
Nr 3 Joan Edvør Jacobsen VDF
Nr 3 Brthe Sikivat ADF
Fægst pílar: Beinta Joensen KDF 25
Hægst útgang: Beinta Joensen KDF 102
Menn
Nr 1 Jan McIntosh HDF
Nr 2 Uni Árting HDF
Nr 3 Jógvan Viderø Olsen D9
Fægst pílar Jógvan Viderø Olsen D9 14
Hægst útgang: Jógvan Viderø Olsen 126
Tvímansleikur
Nr 1 Jan McIntosh/Uni Árting HDF
Nr 2 Petur Thomsen/Niels Thomsen D16/HDF
Nr 3 Ingolf Tvørfoss / Bogi Arge Pílar og Skot/HDF
Nr 3 Jan Erik Fjallstein/Jón Johansen VDF
Fægst pílar: Petur Thomsen/Niels Thomsen D16/HDF 12
Hægst útgang: Ingolf Tvørfoss/Bogi Arge Pílar og Skot/HDF 147






