Hillery Clinton, er í eini sera truplari støðu eftir at tað kom fram at FBI nú aftur kannar málið um handfaring hennara av teldupostum, tá hon var uttanríkisráðharri. Men støðan er nú enn meira spent eftir at tað í gjár kom fram at FBI hevur illgruna til Bill Clinton fyri at hava tikið móti mutri.

Málið snýr seg um seinasta dagin hjá Bill Clinton í Hvítu Húsunum, tá hann avgjørdi at geva Marc Ricsh grið, hóast hann var flíggjaður av landinum eftir at hann var ákærdur fyri skattasvik.
Hetta var eitt sera umstrítt mál, tí Marc Rich um somu tíð var giftur við Denise Eisenberg Rich, ein mega ríkur fíggjarligur stuðul hjá Demokratunum.
Málið
Í samband við lógina um alment innlit, vóru skjølini almannakunngjørd í gjár, eftir at tíðarfreistin fyri at halda tey loynilig gekk út.
FBI undirstrikar at sambandi millum fyrrverandi konuna hjá Marc Rice, sum týdningarmikil fíggjarligur stuðul hjá Demokratinum, kann hava beinleiðis samband við at hann fekk grið seinasta dagin Bill Clinton var forseti í USA.
Í skjølunum stendur ……… Marc Rice hevur verið ein av stóru stuðlunum hjá Demokratunum og stóru peningaligu veitingarnar til Demokratiska flokkin kunnu hava samband við at eftirlýsti persónurin varð náðaður av forsetanum….
Málið bleiv steðga í 2005, men FBI biður nú um loyvi til at nýggjar kanningar verða gjørdar.