Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FC Suðuroy hevði lægsta miðalaldur í 1. umfarinum

Jákup Ósá

Tvey lið høvdu ein miðalaldur í uppstillingini undir 23 ár í 1. umfarinum.

(Fyrr í dag skrivaðu vit, at NSÍ hevði lægsta miðalaldurin. hetta var ikki rætt, tí feilur var í útrokningini fyri FC Suðuroy)

Umvegis frálíku hagtalsskipanina hjá FaroeSoccer hava vit kannað eftir, hvussu høgur ella lágur miðalaldurin er hjá teimum ymisku liðunum. Í yvirlitinum eru bara teir 11 í uppstillingini tiknir við. Tað vísir, at FC Suðuroy hevði lægsta miðalaldur í 1. umfarinum. Tætt fylgdir av NSÍ og EB/Streymi, sum undanfarnu ár hevur ligið í hinum endanum av slíkari talvu. Ikki óvæntað, so hevur Víkingur hægsta miðalaldurin í ár.

Miðalaldur fyri teir fyrstu 11 í 1. umfarinum:

Víkingur 29,09 ár

ÍF 28,55

AB 26,82

HB 26,45

26,18

B36 26,09

TB 23,64

EB/Streymur 22,82

NSÍ 22,64

FC Suðuroy 22,09