Stjørnan ætlar at gera nógv burturúr heimadystunum í vetur. Byrjað verður nú sunnudagin har Stjørnan fær vitjan av kveikjunargentum úr FCK í Keypmannahavn.
Saman við Kall, hevur tað eydnast Stjørnuni at fingið 5 kveikjunargentur úr Ítróttarparkini í Keypmannahavn hendavegin at undirhalda í KÍ-høllini sunnudagin.
Rógvi Nielsen, ungdómsvenjari, sum saman við nevndini stendur fyri tiltakinum sigur, at at eitt nú Camilla Maalmberg, sum er leiðari fyri cheerleaders hjá FCK er við í hópinum, sum kemur til Klaksvíkar Sunnudagin.
Tað verður Kristian Joensen, sum verður frásøgumaður. Væntandi fer nógv fólk at møta sunnudagin og tí lata hurðarnar upp kl. 14.00 og tey, ið ætla sær at vissa sær pláss eiga at møta til dystin í góðari tíð.
Dysturin villum Stjørnuna og VÍF sunnudagin byrjar kl. 15.00




