Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Februar hevur roynst frægari enn januar

Oliver Joensen

Tað sigur Odmar Niclasen, skipari á útróðrarbátinum Bragd. Dagurin í gjár var nú ikki av teim ringastu, vit vóru ikki aftur fyrr enn um tvey tíðina í nátt og tað vigaði góð 5000 pund, so tað var ikki so heilt burturvið.

Men tað er einki at taka seg aftur í, at tað er nógv ov lítið at fáa hjá útróðrarbátunum fyri tíðina, tí hetta átti at verið besta tíð. Og tó, tað sum farið er av februar hevur roynst okkum betur enn januar, hóast eg haldi at meira var at fáa í januar, men tá var tað illveðrið sum tarnaði.

Príslegan á fiskinum er soleiðis, at um vit fáa einar 12 túrar í mánaðinum uppá 5000 tons, so hava vit eina góða dagløn, men higartil hevur tað staði á at hildið 5000 pund í meðal.

Í gjár fóru vit út á tann bleyta botnin, og tað vit fingu var nærum bert góður toskur, eini 700 til 900 pund av hýsu eisini.

Kanska er gýtingarfiskurin ikki rættuliga komin inn á grunnarnar enn. Odmar Niclasen sigur at enda, at teir fara at royna við línuni mars mánaða út og síðani er ætlanin at taka monofilamentlínuna (sponglínuna) umborð og síðani út á djúpari vatn at royna.