Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk 1.000 pund uppá stampin á Føroya Banka

John William Joensen

Í samband við fyrispurning í Løgtinginum í 2013 upplýsir Jacob Vestergaard í skrivligum svarið at útróðrarbátur, sum vegna Havstovuna hevur royndarfiska (4 setur) á Føroya Banka hevur – hóast hann ikki var væl útgjørdur – havt rokfiskiskap, umleið 1.000 pund uppá stampin. Fyrsta túrin lá hann nærri 2.000 pund uppá stampin

Sambært royndunum hjá Magnus Heinasyni er lítil og eingin toskur ella hýsa á Føroya Banka, men í januar, mai, juli og september 2013 bað setti ein útróðrarbátur vegna Havstovuna.

1. setan 3.300 stórir húkar og 355 vanligir húkar

2. setan 4.8oo stórir húkar og 570 vanligir húkar

3. setan 4.800 stórir húkar og 570 vanligir húkar

4. setan 6.400 stórir húkar og 460 vanligir húkar.

Fyrsta túrin var úrslitið 21.000 pund, næsta túrin 15.000 pund, triðja túrin 19.000 pund og fjóðra túrin 20.000 pund.

Talan var veruliga um rokfiskiskap har báturin fiskaði tað sum svarar til 1.000 pund uppá stamp. Meginparturin er toskur, longa, skøta og kalvi. Vanliga verður 100 pund uppá stampin roknað sum góður fiskiskapur.

Sí meira her