Um tú ynskir viðgerð í vikuskiftinum so mást tú koyra til Havnar og eingin ivi er um at tænastan fyri sjúklingin er munandi verri
Fyri tíð síðan stríddist klaksvíkingur við herviligt "háls-betendelse".
Hann greiður frá at leygarmorgunin bar av og hann hevði ikki sovið av pínu í hálsinum og í høvdinum.
– Um níggjutíðina leygarmorgun ringdi eg til læknavaktina og fekk greið boð: Um tú ynskir at koma undir læknahond mást tú koyra til Havnar – ella tú bíðar til Kommunulæknin í Klaksvík letur upp mánamorgun!
– Eg segði pent takk fyri – og legði hornið á!
– Men eg var í øðini um hetta og meðan seg við fepur koyrdi einsamallur til Havnar sæt eg og hugsaði um hvussu politiska skipanin hevur svikið okkum klaksvíkingar.
– Komin til Havnar sæt eg ein tíma og bíðaði eftir lækna. Eftir at læknin hevði staðfest hálsbruna fekk eg resept og var aftur á veg til Klaksvíkar. Eg var aftur við hús næstan fýra tímar eftir at eg fór heimanífrá.
– Eg má siga sum er at eg skilji ikki hví vit í dag skullu hava eina mundandi verri heilsvaktarskipan í Norðoyggjum enn vit høvdu áðrenn vaktarskipanin var sentralisera á landssjúkrahúsinum.
– Laknavaktin á Landssjúkrahúsinum er ein betring fyri nækrar fáar persónar – Lækingin sum situr á reyvini á Landsjúkrahúsinum nakrar vaktartímar og fyri kommunlæknan í Klaksvík, sum kann sova um náttin og í vikuskiftinum.
– Fyri okkum sjúklingar er hon ein katastrofa.
Munur á læknavaktini í Keypmannahavn
Hetta stendur fullkomuliga í ansøgn til hvussu borgarar hava tað aðrarstaðni í ríkinum, greiðir sami maður frá.
– Eg var staddur í Keypmannahavn – tá eg fekk trupuleikar við rygginum.
– Tað gjørdist verri út á náttina og endin var at eg ringdi til læknavaktina.
– Vi er der om ein havl time – segði fryntliga røddin í vaktartelefonini.
– Og umleið hálvan tíma seiri kom læknavatin ínn í íbúðina og eg fekk viðgerð – heima við hús.
– Eg kundi hugsað mær at fingið at vita hvat tað er sum Norðoyingar hava gjørt, sum ger at leiðslan í føroyska heilsuverkinum ikki longur ynskir at servisera okkum her í Klaksvík??
RED: Samrøðan er umskrivað fyri ikki at kenna persónar.




