Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk kalvaspraggu á Pollinum

John William Joensen

Stóru útróðrarbátarnir lógu millum 7.000 og 8.000 pund í morgun. Borgin fekk umleið 500 pund á Pollinum í morgun, men Mortan Egholm var sera fegin um at hava fingið eina kalvaspraggu á Pollinum, sum annars í mong á hevur verið sum lundi á jólanátt

Teir eldru klaksvíkingarnir siga fyri mær at tað var púra vanligt at fáa kalva á Pollinum, men so hevur ikki verið seinastu mongu árini. Kalvin er nógv minkaður og nátúran broytist alla tíðina. Veðrið ger tað sera trupult hjá okkum sum hava lítlan bát at sleppa nakrastaðni og tí eri eg ofta á Pollinum og tætt við út í fjørðin. Tí var tað hugaligt at fáa kalva á í morgun hóast eg ikki fekk tað stóra – einans 500 pund, sigur Mortan meðan hann lyfti kalvan