Hósdagin í seinastuviku fekk Jákup Heinesen ein láks á Borðoyavík sum var 80 cm langur
Tað er ikki óvanligt at síggja menn standa við flugu úti í Grøvini men í hesum førinum var Jákup Heinesen, leiðari á Statoil í Klaksvík, við báti.
– Eg lá beint út fyri Grøvina og royndi við "spinnara".
– Tað var ein lítil kampur at fáa laksin inn men alt gekk væl og ikki er sørt at eg eri eitt sindur stoltur hóast hetta ikki er størsti laksurin eg havið fingið.
– Laksurin liggur framvegis í boksini og har verður hann liggjandi til øll hava sæð hann, men nú hann kemur á Norðlýsið.fo kann eg fara at hugsað um at eta hann, sigur Jákup skemtandi.
– Dorius Fredriksberg hevur reypa um eina uppskrift har laksurin verður bakaður í ovninum fyltur við øllum møguligum góðum og hetta ætli eg mær so at royna.
Láksurin var 80 cm langur og hugagóði tráðumaðurin var aftur á víkini gjárakvøldið – men hann hvørki sá ei heldur fekk nakað sum helst.




