Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk linari dóm fyri harðskap

Randi Jacobsen

Eystari landsrættur dømdi týsdagin ein 48 ára gamlan mann átta mánaða fongsulsrevsing serliga fyri harðskap. Føroya rættur gav honum eitt ár

Eystari landsrættur dømdi týsdagin ein 48 ára gamlan mann átta mánaða fongsulsrevsing serliga fyri harðskap. Føroya rættur gav honum eitt ár

Tað gongur hart fyri seg í summum umhvørvum í Føroyum, og dømi um tað var eitt mál í eystara landsætti í Havn týsdagin.

17. januar í ár varð ein 48 ára gamal maður dømdur eitt ára fongsulsrevsing fyri harðskap, hóttanir og tvingsul og eitt mál um tjóvarí.

Hann kærdi dómin beinanvegin og hevur síðan sitið í varðhaldinum í Mjørkadali.

Harðskapsmálið bygdi á eina hending í einum húsum í Havn, har maðurin leigaði. Ein kvinna, sum maðurin kendi úr Danmark, var komin heim til hansara at halda jól. Hann hevði framt harðskap móti henni, meðan hann var í Danmark, men tey høvdu samband við hvørt annað sínamillum, og, sum hon segði, hevði hon kortini álit á honum.

Tá ið hon hevði verið í Føroyum í nakrar dagar, fór hon á Landssjúkrahúsið. Tá ið hon varð útskrivað, høvdu starvsfólk spurt hana, um hon tordi at fara heim til vinmannin.

Tað gjørdi hon, og ein dag kom illstøða teirra millum. Hann hevði tá ikki drukkið í mánaðir og tók antabus. Men so kom øði í hann, og hann fór inn til ein annan leigara í húsunum og fekk eina gull.

Kvinnan greiddi frá, hvussu illa hann fór við henni, sló og sparkaði, tveitti hana í gólvið og roytti hana, so stórir doddar fóru av henni.

Hann vildi ikki lova henni út, men eina ferð bar til. Tá fór hon í næstu húsini, har ljóst var og bankaði uppá. Tey fólkini ringdu eftir politinum.

Maðurin segði hinvegin, at hon hevði verið ørlig, og tað var í sjálvverju, at hann hevði tikið í hana.

Dómararnir í landsrættinum trúðu kvinnuni, eisini út frá tí, at hann áður hevur fingið fleiri dómar fyri harðskap, hóttanir og tvingsul. Men teir valdu at lækka fongsulsrevsingina úr 12 niður í átta mánaðir. Dómurin var bæði fyri harðskapin og eitt mál um tjóvarí.

Maðurin hevði sitið í varðhaldinum í 71 dagar, tá ið málið nú var fyri í landsrættinum. Verjin helt, at maðurin átti at verða latin leysur, til hann seinni skal sita dómin, men dómarrnir góvu ákæranum viðhald í, at hann skuldi halda fram við at sita í Mjørkadali.