Mándagin fekk Heri Petersen úr Havn hesa merktu haruna á haruveiðu á Velbastað.
Hagapartin, sum Heri Petersen troytti hendan harudagin, eigur Torfinnur Dalsgarð.
Ilt er kanska at síggja neyvt hvat merki er, men hálvt frá hálsi á høgra oyra kann vera eitt boð.
Sjálvt um tað ikki er so lætt at fanga haruungar altíð, so kemur tað meira enn so fyri at teir vera fangaðir, og tað kann tí vera at onkur hevur merkt. Áhugavert hevði verið at frætt, um onkur veit nakað nærri um merkingina.




