Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fekk sær kortið við vilja

Jákup Ósá

Tórður Thomsen greiðir frá hendingini, tá hann fekk gult kort í ólavsøkudystinum í gjár millum B36 og ÍF, sum endaði við 4-0 sigri til B36.

Tórður Thomsen greiðir frá hendingini, tá hann fekk gult kort í ólavsøkudystinum í gjár millum B36 og ÍF, sum endaði við 4-0 sigri til B36.

Tað var í 64. minutti, at B36 fekk málspark í dystinum móti ÍF. Støðan var 4-0 til B36, sum hevði fult tamarhald á dystinum. Men Tórður Thomsen gevur sær sera góða tíð til málsparkið og hóast Petur Reinert, dómari, gevur eina átalu, so gevur B36 málverjin sær framvegis ov góða tíð og leggur bóltin einaferð afturat av nýggjum í góðu líkindunum, sum upptøkurnar niðanfyri vísa. Tórður fekk gult kort og bleiv síðani útskiftur við eykamálverjan Trygva Askham, ið er eykamálverji hjá B36. Tað sá út til at vera rættuliga tilvitað, tí útskiftingin var gjørd so skjótt sum gula kortið var givið og hvørki Tórður sjálvur, liðfelagar ella áskoðarar hjá B36 tóktust serliga misnøgdir um gula kortið, sum undir vanligum umstøðum er púra óneyðugt at fáa við einari 4-0 leiðslu. Áðrenn dystin hevði Tórður fýra gul kort og skuldi sostatt bara hava eitt afturat fyri at fáa leikbann. Næsti dystur hjá B36 er á heimavølli móti FC Suðuroy.

Kann ikki spæla næsta dyst vegna skaða

Tórður Thomsen greiðir Norðlýsinum frá, hvat tað var sum hendi og hví hann fekk gult kort. 

– Eg havi ein skaða í lyskuni sum ger, at eg fái ikki spælt næsta dyst móti FC Suðuroy. Tá eg so havi 4 gul kort frammanundan, so valdi eg at taka tað 5. gula kortið, so at leikbannið verður sitið yvir, tá eg samstundis eri skaddur, sigur Tórður Thomsen við Norðlýsið.