Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Felag fyri bilasølur stovnað

Jóhann Lützen

Vinnuhúsið: Í farnu viku var stovnandi aðalfundur í bransjufelagnum Bilasølufelagið, sum verður partur av Vinnuhúsinum.

 

Mikudagin 14. februar var stovnandi aðalfundur í Bilasølufelagnum. Endamálið hjá felagnum er at savna føroyskar bilasølur í eitt felag, sum skal virka fyri felags áhugamál limanna.

Á stovnandi aðalfundinum vórðu 7 fólk vald í nevndina, sum hevur fyrisæti og umsjón við felagnum. Ásfinnur Sigvardsen er nevndarformaður og Saroya Dalsgarð er næstformaður.

Felagið hevur gjørt avtalu um at gerast partur av felagsskapinum í Vinnuhúsinum. Marius Thomassen úr Vinnuhúsinum verður ráðgevi hjá felagnum.

Felagið fer til verka beinanvegin.