Frítíðarfelagið Føroyskir Mærsk Siglarar hevði ársaðalfund á Føroya
Sjómansskúla leygardagin 12. februar.
Á aðalfundinum var millum annað ásetan av navni og búmerki til felagið á
skránni.
Í fjør var navna og búmerkjakapping útskriva ímillum limirnar og komu 4
uppskot til navn og búmerki inn.
Aðalfundurin samtykti at taka eitt av innkomnu uppskotunum, og hevur Felagið
nú broytt navn til Frítíðarfelagið Antares.
Somuleiðis hevur Felagið fingið búmerki, sum ímyndar navn felagsins og eina
kumpassrósu í føroyskum litunum
Eisini var nýggj nevnda vald á fundinum og hevur nývalda nevndin skipa seg
við Meinhard Jacobsen sum formanni, Andras S. Gregersen og Jørgen F.
Andreasen sum næstformonnum, Thomas Lambastein sum roknskaparleiðara og
Martin Frederiksen sum skrivara.
Frítíðarfelagið Antares, hvørs endamál er at røkja felags áhugamál, hjá
teimum føroyingum, ið starvast A.P. Møller Mæarsk A/S, var stovna seinasta
summar, og hevur í dag góðar 100 limir.




