Á nevndarfundi í apríl skipaði nýggja nevndin í Felagnum føroysk marknaðarfólk seg. Formaður er Sølvi Jespersen, sum arbeiðir á marknaðardeildini hjá Atlantic Airways.
Hinir nevndarlimirnir eru Elsa Olsen og Sophus Dal-Christiansen. Elsa arbeiðir á Norðoya Kunningarstovu. Hon er afturvald. Sophus Dal-Christiansen frá Føroya Bjór er nýggjur nevndarlimur.
Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, har tey kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur frá til dømis bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum.
Ein av broytinginum, sum nýggja nevndin hevur framt, er at lækka limagjaldið fyri smærri virkir, sum hava minni enn 5 milliónir í umsetningi.
Marknaðarfólk er eitt felagsheitið fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, søluleiðarar, samskiparar, ráðgevar og líknandi.
Nevdin skipar fyri Marknaðartorgi fimm ferðir um árið, har viðkomandi evnið eru á skrá.
Gallup Føroyar samskipar virksemið hjá Felagnum føroysk marknaðarfólk. Áhugað kunnu seta seg í samband við Gallup Føroyar á tel. 222 885 fyri at frætta meira um felagið ella senda boð umvegis almennu síðu felagsins á Facebook.




