Felagið Føroysk Træseglskip fegnast almikið um uppraðfesting av løgtingsstuðlinum 2014 til 600.000 kr.At Løgtingið soleiðis vísir virðing fyri træseglskipunum og tí ókeypis arbeiði, ið har verður lagt í at endurbøta og halda tey í siglandi standi, kemur væl við, og styrkir okkum í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi.
Felagið Føroysk Træseglskip fegnast almikið um uppraðfesting av løgtingsstuðlinum 2014 til 600.000 kr.
At Løgtingið soleiðis vísir virðing fyri træseglskipunum og tí ókeypis arbeiði, ið har verður lagt í at endurbøta og halda tey í siglandi standi, kemur væl við, og styrkir okkum í trúnni á, at alt Føroya fólk stendur saman um at varðveita okkara siglandi arv og søguna um eina farandi tíð í føroyskum fólkalívi.
Gomlu træskipini, har nøkur eru meira enn hundrað ár, eru fíggjarliga tung at halda í siglandi standi, serliga nú krøvini frá skipasýnið o.ø. myndugleikum eru nógv herd av øktum trygdarkrøvum.
Árligi kostnaðurin at halda flotan siglandi er mettur til 2 mió. kr. Uttan almennan stuðul, ber snøgt sagt ikki til at varðveita, tað eftir er av hesum stásiligi skipum og bátum.
Vit í nevndini fyri felagið Føroysk Træseglskip takka hjartaliga fyri stuðulin.
Hans Eli Hansen, formaður
Umboðandi Dragan KG 212




